Ítróttur

Grør um gangandi fót á Dungasandi

Nógv virksemi er á Dungasandi í hesum døgum, har um-, og útbyggingar fara fram. Arbeiðið byrjaði í vár, men steðgaði upp næstan beinanvegin, tá friðingarmyndugleikin setti ein fyribils steðg í, men nú er tann knúturin endaliga loystur, og øll loyvi fingin uppá pláss.

2023-11-11 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommuna: Fótbólturin í Vágum er í rívandi menning, og bæði menn og kvinnur eru við í fremstu røð. Menninir fingu í ár sítt besta úrslit nakrantíð, og endaðu nummar fimm, við 40 stigum. Hetta eru 11 stig meira enn í fjør. Teir komu eisini í hálvfinaluna um Løgmanssteypið, har teir taptu ímóti HB.

Ungdómurin gjørdi eisini fleiri góð hál, og U21-liðið hjá monnum gjørdust føroyameistarar. Eisini fingu fleiri av okkara ungdómsleikarum landsliðsboð, bæði hjá gentum og dreingjum, og hetta ber boð um eina bjarta framtíð hja felagnum.
Fyri at spæla í bestu deildini, so fylgja nógv krøv til kringumstøðurnar. Eitt av hesum krøvum er, at áskoðarar skulu kunna sita undir taki, og hetta skal vera í seinasta lagi í 2024.
Somuleiðis er eitt sokallað fjølmiðlarúm eisini eitt krav. Hetta eru tey arbeiðini sum nú síggjast aftur á Dungasandi.

Fjølmiðlarúmið er nú innilokað, og tað er Egil Petersen sum hevur staðið fyri timburarbeiðinum.
Tað er gjørt í forleingilsi heimeftir, frá 07 Vestur-húsinum. Stoypiarbeiði stóðu arbeiðsmenn hjá Gutta Guttesen í Bø fyri. Niðara hæddin verður eitt goymslurúm, til mál og aðra útgerð.

Vegurin framvið Kirkjuánni til 07 Vestur-húsið er blivin asfalteraður, og tað eru arbeiðsfólk hjá Vága Asfalt sum hava gjørt hetta.

Hinumegin 07 Vestur-húsið, ímóti Stórá, skal skýlið gerast. Skýlið fer at rúma 480 áskoðarum, og verður yvir 4. hæddir. Skýlið er prosjekterað við støði í L-elementunum frá gamla Tórsvølli. Skýlið er projekterað so lágt sum gjørligt, við atlitið fyri grannunum. Klæðingin verður ein opin alu-klæðing, so skýlið verður transparent at síggja til frá Niðaravegi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder