Ítróttur

Grønlendski landsstýrirsformaðurin á vitjan á Havstovuni

Fríggjardagin 10. juni var grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte Bourup Egede, á vitjan á Havstovuni saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.

2022-06-16 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Grønlendski landsstýrisformaðurin var í Føroyum í sambandi við ríkisfund og nýtti tá høvið at vitja Havstovuna og kunna seg um tað samstarv, sum er millum grønlendskar og føroyskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.

Marita Rasmussen, stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum hjá Havstovuni og Hjálmar Hátún, granskari greiddi frá sínari gransking um havstreymar í Norðuratlantshavi og veðurlagsbroytingar. Eisini bleiv kunnað um samstarvið millum Grønland og Føroyar í granskingarhøpi, endaðar og núverandi verkætlanir, umframt at víst varð á framtíðar samstarvs- og granskingarmøguleikar.

Havstovan takkar fyri vitjanina og møguleikanum at greiða frá virkseminum á stovninum.








Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder