Mentan

Grøn hitapumpuskipan til hylin á Sjónámi

Í sambandi við OPITO uppstiganina á Sjónámi, har skeiðsdepilin hevur í hyggju at fáa góðkenning at bjóða út BOSIET og HUET skeið til frálandavinnuna, er krav at vatni í hylinum er 21 gradir.

2023-01-13 16:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við OPITO uppstiganina á Sjónámi, har skeiðsdepilin hevur í hyggju at fáa góðkenning at bjóða út BOSIET og HUET skeið til frálandavinnuna, er krav at vatni í hylinum er 21 gradir. Hetta er meir enn gamla el-hitalikami megnaði, ið eisini var umhvørvisliga og hervið fíggjarliga óhóskandi í rakstri.

Ráðgevandi fyritøkan SMJ varð litið í hendi at gera eina meting um hvat var skynsamasti háttur at upphita tey væl áleiðis 320m3 av vatni og halda temperaturin.

SMJ mettu at í mun til tørvin og íløgukarmin var ein luft til vatn hitapumpuskipan fíggjarliga og umhvørvisliga skynsamasta loysnin - og teir fingu so ábyrgdina av útboði, tilmæli og eftirliti av verkætlanini.

Tað var P/F Signar Kallsberg sum í fjør summar vann útboðið uppá verkætlanina og loksins er arbeiðið liðugt og væl úr hondum greitt og pumpurnar, av slagnum DenForm, settar í gongd.

Vit á Sjónámi eru sera fegin um at verkætlanin bar á mál og vilja fegin takka Landsverk og A.P. Møller Fonden fyri stuðulin til hitapumpuskipanina herundir projektering oa. áleiðis hálva millión.

Umframt bera vit hjartaliga tøkk til Signar Kallsberg og hansara starvsfólk fyri væl útint arbeiði og SMJ fyri holla ráðgeving í sambandi við alla tilgongdina.


Av tí tað er ein ávísur yvirkapasitetur á hitapumpuskipanini verður nú farið undir at kanna um tað er møguligt at gagnnýta hendan til upphiting av bygninginum eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder