Havstovan: Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá Lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður fyri nøgdir av plantuæti. Sjógvurin er pumpaður úr Skopunarfirði og umboðar rættiliga væl tær innaru landgrunsleiðirnar.
Fram til umleið hálvan mai var sera lítið av plantuæti í sjónum, men nú eru nøgdirnar vaksnar heilt nógv og eru nú brádliga væl yvir miðal fyri árstíðina.
Tvey sløg av plantuæti, sum eru í sjónum beint nú. Vinstrumegin: Chaetoceros decipens. Høgrumegin: Chaetoceros debilis. Hetta eru ketu-skapandi diatomir.
Plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Tí hevur gróðurin stóran týdning fyri føðiviðurskiftini hjá tí fiskaynglinum, sum bleiv gýttur í vár. Spennandi verður at síggja í summar, um tað hevur ávirkað yvirlivilsið av fiskayngli, at gróðurin kom so seint, ella um tann gróðurin, sum nú kom, bjargar árinum, hvat føði til yngul viðvíkur.
Nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald