2023-06-14 14:47
Ein grind er funnin norður úr Slættanestanga.
Sýslumaðurin Kristjan Martin Joensen sigur, at grindin gongur í fleiri bólkum.
Ætlanin er at halda grindini til í Vestmanna.
Sambært AIS-myndini hjá Vikmar eru fleiri bátar staddir norðanfyri Slættanestanga.
![]()
Dagført klokkan 15:26: Talan er bæði um grind og springarar. Nú eru fleiri bátar komnir til grindina.
Talan er um eina stóra grind, mett verður fleiri 100 hval.
Rákið er norður ígjøgnum Vestmannasund.
![]()
Dagført klokkan 15:40: Bátarnir koma um Slættanestanga nú.
![]()
Dagført klokkan 16:01: Sýslumaðurin Kristjan Martin Joensen sigur við KVF, at bátarnir hava fingið springarnar burturúr, og sjálv grindin verður mett til 100 hval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald