Vinna

Grind hildin til í Hvannasundi

Ein lítil grind er seinnapartin hildin til í Hvannasundi.

2023-09-22 15:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Jens Jensen, sýslumaður sigur, at talan er umleið 40 hvalir, sum løgdu beinini í Hvannasundi, drápið gekk væl, tað tók einans seks minuttir.

Nú verða hvalirnir hivaðir upp á land í Hvannasundi, og síðani verður farið í holt við at merkja.

Býtt verður í drápspartar, sigur sýslumaðurin.

Grindin varð funnin í Árnafirði um middagsleitið. Tað vóru fólk á landi, sum boðaðu frá grindini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder