Ein fesk greining frá óhefta greiningarstovninum Kraka vísur á stóra týdningin, sum útlendsk starvsfólk hava fyri búskaparvøkstur og almennu inntøkurnar í Danmark.
Útlendsk starvsfólk stóðu fyri 40% av vøkstrinum í danska búskapinum í tíðarskeiðnum 2008-2023. Hetta vísur ein fesk greining frá óhefta greiningarstovninum Kraka. Størsta ávirkanin á búskaparvøksturin er tó framvegis frá produktivitetsvøkstri, meðan gongdin í tí partinum av arbeiðsfjøldini sum hevur danskan uppruna, hevur haft negativa ávirkan á BTÚ í tíðarskeiðnum.
Talið á sjálvstøðugum vinnurekandi er í tíðarskeiðnum 2008-2023 eisini minkað, og tí verður ávirkanin frá útlendskum starvsfólkum á samlaðu arbeiðsfjøldina tað størri.
Kraka ger í greiningini vart við, at um Danmark ikki hevði tilgongdina av útlendskum starvsfólkum, hevði tað ávirkað vælferðina, antin gjøgnum ein hægri skatt, lægri vælferðartænastur ella almennar tænastur annars. Orsøkin er, at útlendsk starvsfólk hava eina positiva nettoávirkan á almennu inntøkurnar í Danmark.
Kelda: Kraka.dk. https://tinyurl.com/Krakagreining
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald