Vinna

Granskarar frá Fiskaaling skrivað grein í altjóða tíðarriti

Granskingarúrslit hjá Fiskaaling eru útgivin í altjóða tíðarritinum Frontiers in Animal Science, ið hevur eina serútgávu við heitinum: “Biology Meets Technology: Aquatic Animals in Novel and New Aquaculture Production Systems”. Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið er høvuðsrithøvundur á greinini.

2022-10-20 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fiskaaling: Greinin greiðir frá kanningararbeiði, sum granskarar á Fiskaaling hava staðið fyri, har kannað verður, hvussu innihaldið av nitrit í vatni á smoltstøðum ávirkar laksin. Nitrit stavar frá ótørvum, ið laksurin hevur latið í vatnið.

Laksur upptekur nitrit úr vatninum umvegis nakrar kyknur í táknunum, sum vanliga upptaka klorid sølt. Um innihaldið av nitirit verður ov høgt skal laksurin brúka orku uppá at útskilja upptikið nitrit. Verður laksurin útsettur fyri ov høgum nitritinnihaldi í vatninum yvir longri tíð, kann hetta ávirka fysiologisku javnvágina hjá laksinum, og nitrit byrjar at upphópast í blóðnum. Hetta kann føra til klorid mangul, sum so aftur viðførir, at súrevnið ikki verður upptikið og flutt rætt í blóðnum. Ov høgt innihald av nitrit í blóðnum kann eisini føra til ov høgt innihald av kalium í blóðinum - ein støða sum verður nevnd hyperkalemi.

Av tí at nitrit verður upptikið umvegis kyknurnar, sum upptaka klorid, ber til at tilseta nakað av salti í vatni, soleiðis at fiskurin upptekur klorid í staðin fyri nitrit. Fiskaaling kannaði, hvussu væl laksurin kláraði at halda nitritjavnvágina aftaná 22 mánaðir í kørum á eini smoltstøð, ið ikki tilsetti salt í vatni, og har innihaldið av nitrit var lutfalsliga lágt.

Kanningin vísti, at aftaná 22 mánaðir hevði fiskurin eitt nitritinnihald í blóðinum, sum var 8-16 ferðir hægri enn innihaldið í vatninum. Eisini vóru tekin um at fiskurin hevði ov nógv kalium í blóðinum.

Granskingarúrslitini vísa, at laksurin hevur trupult við at halda fysiologisku javnvágina í feskvatni yvir longri tíð, tá nitritinnihaldi í vatninum er ov høgt, og at hetta kann viðføra at fiskurin fær hyperkalemia.

Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið hevur staðið fyri kanningunum og er høvuðsrithøvundur á greinini. Afturat Heidi hava Elin Jacobsen og Amanda Vang frá Fiskaaling verið partur av arbeiðinum umframt Jelena Kolarevic granskari á Norska Universitetinum The Norwegian College of Fishery Science.

Úrslitini í greinini eru liður í granskingararbeiðnum hjá Fiskaaling, ið hevur til endamáls at røkka visjónini hjá Fiskaaling, sum er vitan til varandi aling.

Vísindagreinin við drúgva heitinum “Exposing Atlantic Salmon Post-Smolts to Fluctuating Sublethal Nitrite Concentrations in a Commercial Recirculating Aquaculture System (RAS) May Have Negative Consequences, kann lesast í fullari longd her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder