Vinna

Gøtunes kemur á Tvøroyri seint í kvøld

Gøtunes er ávegis til Tvøroyrar við 650 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

2023-07-03 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Teir verða á Tvøroyri um 10-11 tíðina í kvøld.

Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, men teir verða liðnir at landa tá ið Gøtunes kemur.

Gøtunes hevur roynt beint norður úr Føroyum á umleið 63N.

Hini føroysku skipini royna í dag vestur ímóti íslendska markinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder