Vinna

Gøtunes kemur á Tvøroyri í kvøld

Gøtunes kenur á Tvøroyri tíðliga í kvøld við 750 tonsum av stórum og góðum makreli.

2023-07-12 10:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Teir verða á Tvøroyri um 19-tíðina.

Makrelurin er stórur, liggur um 500 gramm.

Teir hava roynt vestur ímóti íslendska markinum á umleið 64,3N.

Fiskiskapurin hjá føroysku skipunum er hampuligur.

Í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Varðan Pelagic, teir verða liðnir í kvøld, og tá eigur Gøtunes tørn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder