2022-09-02 08:30

Gøtunes, sum hevur verið á makrelveiðu norðanfyri Føroyar, kemur á Tvøroyri fyrrapartin í dag.
Gøtunes hevur henda túrin fiskað 730 tons av makreli, og er talan um góðan makrel. Støddin liggur um 540 gramm í miðal.
Gøtunes skal landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri, og sleppa teir framat tá liðug er at landa Tummas T.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald