Gott átak hjá Svimjisambandinum
Svimjisambandið boðar frá, at tey í sambandi við altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagin gera átak, sum skal forða fyri druknivanlukkum í Føroyum. Tey siga, at 44 fólk eru druknað í Føroyum síðani 2000. Tey 44, sum talan er um, eru 41 dreingir ella menn, og tríggjar gentur ella kvinnur. Tann elsti, sum druknaði, var 83 ár, og tann yngsti var 2 ár.
Hetta er eitt gott átak, ið Svimjisambandið fer undir.
Samstundis kunnu vit fegnast um, at tað eisini hevur eydnast at bjarga nógvum, bæði børnum og vaksnum, sum eru dottin av bryggjum og aðrastaðni. Leita vit gjøgnum bókarøðina Skakandi tilburðir, kunnu vit lesa um nógvar slíkar hendingar. Her verða nevndar nakrar.
Á veg við lastbili til ferjuleguna í Skopun, gingu bremsurnar fyri, og bilurin fór við miklari fer út av bryggukantinum og á sjógv, Tað eydnaðist at bjarga føraranum. Hetta stendur í bókini Skakandi tilburðir nummar 1. (her eftir ST)
Í Syðrugøtu skolaði smádrongur út av bryggjuni. Børn, sum vóru til staðar, fingu bjarga honum. ST 1.
Drongur var bjargaður eftir at hava ligið á botni í svimjihylinum í Skúvoy óvanliga leingi, ST 3
Deksbátur koppaði á Skálafjørðinum, men tað eydnaðist, eftir drúgva tíð, at bjarga báðum monnunum, sum vóru við. ST 3.
Á Viðareiði eydaðist í evstu løtu einum manni at leypa í havið og bjarga 11 ára gomlum dreingi, sum var dottin á sjógv. ST 3.
Vestmenningur bjargaði manni, sum var farin niður í millum skipið og bryggjuna í Føroyingahavnini. ST 5
Strandingur bjargaði druknandi gentu í Nuuk. ST 5.
Í Hvannasundi var ung genta við at bjargaði fýra druknandi fólkum eftir at bátur teirra sakk. ST 6.
Maður koyrdi við trukki út av brygguni í Klaksvík, men kom frá hendingini við lívinum. ST 6.
Í Skopun fór maður á náttartíð niður ímillum bryggjuna og bátin. Genta vaknaði, tá ið hon hoyrdi neyðarópini og fekk vakt pápa sín, sum bjargaði manninum. ST 6.
Miðvágskona, búsitandi á Fjóni, leyp í streymasjógv við Middelfart í Danmark eftir dóttir síni, ið var dottin í havið. ST 7.
Bjargaði smádreingi, sum hevði hingið góða løtu niður við bedingini í Vági. Bara hárið stakk upp úr sjónum. ST 10
Hevði tí betur ikki starta trukkin á fiskavirkinum henda morgun, tá ið hann hoyrdi mann rópa um hjálp, sum farin var niður í millum bátin og bryggjuna. Hann fekk bjarga manninum, ST 13
Smágenta datt fyri borð av báti í Nólsoyarfirði. Hon fleyt á kjólanum, tá ið maður bjargaði henni. ST 13.
Vandastøða á Leitisvatni, har drongur rópti um hjálp, tí hann dugdi ikki at svimja. ST 13
Smádrongur í Skálavík hoyrdi mann rópa um hjálp, sum var farin niður í millum bátin og bryggjukantin í bátahylinum. Hann rann niðan til abba sín, sum var kvikur á staðnum og hjálpti manninum upp á bryggjuna. ST 13
Maður á Válinum hevur bjarga fleiri, sum dottin eru út av bryggjuni. ST 14
Tveir menn við Nordafar-báti kundu verið druknaðir í Føroyingahavnini ST 15
Einsamallur í bátinum datt maður fyri borð í Vestmannasundi, meðan báturin sigldi við fullari fer. Á løgnan hátt var hann bjargaður. ST 16
Tíðliga á morgni hoyrdi maður róp niðri á bryggjuni í Vági. Hann var skjótur avstað og fekk hjálpt manninum upp á bryggjuna. ST 17, sum kemur út í heyst
Fimm ára gomul genta heima á Sandi, rann heim til pápa sín at boðaði frá, at eldri maður var dottin úr bátinum, tá ið hann skuldi leggja at. ST 17, sum kemur út í heyst
John Myllhamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald