Úrslitið fyri skatt er 75 mió kr., og væntanirnar fyri 2023 eru sum heild betri, enn
væntað varð við ársbyrjan. Tó so er gongdin við hækkandi rentum, høgari
inflatión og geopolitiskum spenningi enn óviss, og tí hevur bankin hækkað peningin, ið er settur til viks til at standa ímóti møguligum tapi, úr 56 mió. kr. upp í 65. mió. kr.
Føroysku húsarhaldini sum heild væl fyri
Búskapurin hjá føroysku húsarhaldunum er sum heild góður, og enn eru ikki tekin um, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum er undir trýsti. Millum annað er talið
á teimum, ið hava trot, og talið á umbønum um skáar ikki hækkaði stórvegis
seinastu mánaðirnar.
”Vit fegnast um, at okkara kundar sum heild hava eina sunna og góða fíggjarstøðu og sostatt klára at standa ímóti teimum fíggjarligu avbjóðingunum, sum
høg inflatión og hækkandi rentur kunnu hava við sær. Vit síggja tó, at ferðin á
búskapinum er slakað eitt sindur – tað eru til dømis eitt sindur færri, ið taka lán,
og fleiri, sum spara saman – men yvirskipað sæð hevur búskapurin hjá
føroysku húsarhaldunum og hjá vinnuni víst seg at vera haldførur og sterkur”,
sigur Árni Ellefsen, forstjóri.
Seinasti arbeiðsdagur hjá Árna Ellefsen
Samstundis sum roknskapartølini fyri ársins fyrstu mánaðir verða løgd fram, er
hetta eisini seinasti arbeiðsdagur hjá Árna Ellefsen, sum hevur verið forstjóri í
samtakinum síðani 2015. Árni Ellefsen segði seg úr starvi í fjør, og í dag hevði
hann so sín seinasta arbeiðsdag í BankNordik.
”Árni hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði fyri bæði starvsfólk, kundar og samtakið
sum heild. Hóast gongdin í heiminum hevur verið heldur óstøðug seinastu árini,
hava vit í dag eitt sterkt, sunt og væl bjálvað samtak, og hetta eigur Árni sjálvsagt ein stóran lut í. Tíbetur hava vit nógv dugnalig starvsfólk og eina dugnaliga
leiðslu, ið kunnu byggja víðari á tað góða abeiðið, sum er gjørt higartil. Eg fari
at takka Árna fyri hansara ídna íkast og ynskja honum blíðan byr,” sigur Birita
Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik.
Árni Ellefsen er 57 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður grannskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2011, og áðrenn
hann kom í bankan, starvaðist hann m.a. sum grannskoðari og fíggjarstjóri.
Turið F. Arge tekur nú við sum forstjóri í BankNordik. Hon hevur verið partur av
samtaksleiðsluni síðani 2015.
Roknskapurin í stuttum
• Úrslitið fyri skatt var 75 mió. kr.
• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 49 mió. kr.
• Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 8 mió. kr.
BankNordik
• Rakstrarúrslitið gjørdist 57 mió. kr.
• Útlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr.
• Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
• Innlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr.
• Solvensurin íroknað NEP-kapital er 29,1%
• Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 210-240 mió. kr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald