Vinna

Góður 1. ársfjórðingur hjá BankNordik

Ársins fyrstu 3 mánaðir royndust væl hjá BankNordik-samtakinum.Grundraksturin batnaði við 30%, og úrslitið eftir skatt gjørdist 48 mió. kr

2022-04-28 13:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ”Árið hevur higartil roynst væl, og vit eru væl nøgd við, at tað hevur eydnast okkum
at betra grundraksturin munandi. Hóast útlitini fyri árið sum heild eru góð, so merkir
kríggið í Ukraina, at tað í løtuni er torført at meta um, hvussu meint støðan fer at
ávirka føroysku útflutningsvinnuna og harvið búskapin”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri
í BankNordik.


Stórur áhugi fyri orkusparing


Kríggið í Ukraina hevur sum kunnugt havt ein methøgan oljuprís við sær, og tað er
vorðið dýrari fyri føroysku húsarhaldini at hita bústaðin við olju. Alt eftir, hvussu
oljuprísurin fer at laga seg frameftir, kunnu útreiðslurnar hjá einari vanligari familju økjast við fleiri túsund krónum um árið.


Ein nýggj kanning hjá BankNordik vísir, at umleið 50% av føroyingum hava ætlanir um at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin sum t.d. at bjálva og skifta orkuskipan ella vindeygu. Ein forðing er tó, at íløgan í nýggja orkuskipan kann vera dýr.


“Sum peningastovnur hava vit ein týðandi leiklut í grønu umstillingini, og vit leggja stóran dent á at gera tað lætt hjá okkara kundum at velja burðardyggar loysnir. Tí bjóða vit eitt nú orkulán við serliga lagaligari rentu til nýggja orkuskipan, vindeygu, bjálving og annað. Eisini varpa vit ljós á evnið á almennum tiltøkum, sum eru kring landið í hesum døgum, har øll eru vælkomin,” sigur Árni Ellefsen.


Roknskapurin í stuttum


- Úrslitið fyri skatt gjørdist 60 mió. kr., samanborið við 117 mió. kr. sama
tíðarskeið í fjør, tá ið 77 mió. kr. stavaðu frá stakinntøkum
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 49 mió. kr. samanborið við 38
mió. kr. sama tíðarskeið í fjør
- Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 10 mió. kr. samanborið við 3 mió. kr. í
niðurskrivingum sama tíðarskeið í fjør
- Rakstrarúrslitið gjørdist 59 mió. kr. samanborið við 34 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør
- Útlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 7,7 mia. kr.
- Realkredittlán hækkaðu úr 2,4 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 2,7 mia. kr.
- Innlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 8 mia. kr.
- Bankin hevur áður boðað frá, at nettoúrslitið fyri 2022 væntandi verður
130-160 mió. kr. Eftir góða roknskaparúrslitið fyri 1. ársfjórðing verður tað
væntandi í hægra enda av spenninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder