Góðkenning av royndarverkætlan við einum D12 sjóvarfalsorkuverki í Vestmannasundi
Umhvørvisstovan góðkennir sambært § 21, stk. 1 í havumhvørvislógini1 og § 16, stk. 1 í
elveitingarlógini2 eina royndarverkætlan at seta eitt D12 sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund.
Royndarverkætlanin er ætlað at vara tvey ár.
1. Heimild
Sambært § 21, stk. 1 í havumhvørvislógini skulu verkætlanir á sjónum og fram við strondini, sum
hava týðandi ávirkan á náttúru og umhvørvi, ikki setast í verk uttan góðkenning frá landsstýrismanninum. Góðkenningar sambært § 21, stk. 1 kunnu sambært stk. 2 ikki veitast fyrr enn mett er
um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi. Sambært stk. 3 kann landsstýrismaðurin taka avgerð
um innihaldið í metingunum sambært stk. 2, og sambært stk. 4 kann landsstýrismaðurin taka
avgerð um, hvørjar verkætlanir og virksemi skulu góðkennast sambært stk. 1. Umhvørvisstovan
umsitur hesar heimildir.
Umhvørvisstovan metir, at drekar, sum sveima uppi í sjónum, kunnu hava stóra ávirkan á náttúru
og umhvørvi, serliga hval og kóp, og tí skulu hava góðkenning sambært § 21, stk. 1 í havumhvørvislógini og hartil hoyrandi umhvørvisárinsmeting.
Sambært § 16, stk. 1 í elveitingarlógini skal árinsmeting gerast og góðkennast av
landsstýrismanninum, áðrenn loyvi verður givið til elframleiðslu. Umhvørvisstovan umsitur hesa
heimild.
2. Umsókn
Umhvørvisstovan fekk hin 5. januar 2023 árinsmeting fyri eina royndarverkætlan at seta eitt D12
sjóvarfalsorkuverk út í Vestmannasund.
3. Lýsing av verkætlanini
SEV hevur síðan 2020 gjørt royndir við at framleiða el við sjóvarfalsturbinum í Vestmannasundi.
Talan er um sjóvarfalsturbinur ella drekar, ið líkjast flogførum, sum sveima uppi í sjónum. Hesir
drekarnir hava ein framleiðslumátt upp á 100 kW. Drekin, sum ætlanin nú er at seta út, nevndur
Dragon Class D12, er væl størri, og hevur ein framleiðslumátt upp á 1,2 MW.
D12 drekin er 9,8 m langur, hevur eitt veingjabreiði upp á 12 metrar og vigar 28 tons. Drekin verður
festur við tjóðri í eitt fundament á botni og sveimar í eini áttatalsrás, sum er uml. 30 x 55 metrar á
einum dýpi millum 35 og 65 metrar, meðan rákið er, men hongur stillur á 8 metra dýpi í kyrrindum.
Drekin ferðast umleið 6 - 10 m/s gjøgnum sjógvin. Umframt at tjóðra drekan til fundamentið, hevur
festið eisini kaðlar til elveiting og samskifti. Úr fundamentinum verður sjókaðal til Vestmannar.
Drekin verður settur út á uml. 72 metra dýpi.
Kaðalin kemur upp á land Inni á Fjørð í Vestmanna. Ætlanin er ikki at grava kaðalin niður, men
roknað verður við, at hann søkkur nakað niður í havbotnin av eginvektini, har bleytur botnur er.
1 Løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum
2 Løgtingslóg nr. 59 frá 2012 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
ELFELAGIÐ SEV
LANDAVEGUR 92
POSTBOX 319
110 TÓRSHAVN
Argir hin 12. september 2023
Málsnr.: 22/00010-45
Tykkara málsnr.:
Málsviðgeri: Suni Petersen
Málnr.: 22/00010-45
· Traðagøta 38 · Postboks 2048 · FO-165 Argir · Tlf: +298 34 24 00 · [email protected] · www.us.fo
Dreki til elframleiðslu
4. Umhvørvisárinsmeting
SEV hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting fyri verkætlanina. Árinsmetingin viðger hvørja ávirkan
verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Í árinsmetingini verða árini á fisk, sjófugl, hval og
kóp lýst eins og møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp.
Eftir áheitan frá SEV hevur Havstovan gjørt eina meting um, hvørji árin ætlaða royndarverkætlanin
kann fáa á djór á royndarstaðnum “Árinsmeting av royndarverkætlan KIOP001 á djór á sjónum”.
Fiskur, sum er vanligur í Vestamannasundi, er seiður, nebbasild, toskur (smáfiskur), hýsa og
møguliga onnur sløg, so sum reyðsprøka og sandsprøka. Eisini eru fleiri sløg av hávi, so sum
brugda og hákelling um oyggjarnar. Hákelling er sjáldsom men brugda er vanligari.
Í Vestmannasundi eru eisini fleiri fuglasløg. Um summarið eru tey vanligu sløgini lundi, lomvigi,
álka, terna, skarvur, æða, teisti, havhestur, rita, likka, svartbakur og fiskimási. Um veturin eru tey
vanligu sløgini lundi, lomvigi, álka, skarvur, æða, teisti, havhestur, rita, svartbakur, fiskimási.
Í juli og august 2020 og 2021 vórðu eygleiðingar gjørdar av hvali og kópi í Vestmannasundi.
Eygleiðingarnar vístu, at nísa og láturkópur eru sera vanlig. Onnur hvalasløg eru eygleidd av og á.
Hesi eru sildreki, nebbafiskur, kúlubøka, bóghvítuhvalur, skjórutur springari og grindahvalur. Hetta
samsvarar við eygleiðingar, sum í 1980- og 1990-árunum vórðu gjørdar umborð á ferjuni Sam,
sum sigldi millum Oyrargjógv og Vestmanna. Seinastu 20 árini hevur í miðal verið ein grind um árið
í Leynum ella Vestmanna.
Í juli 2020 vórðu tveir láturkópar í Vestmannasundi merktir við sendara, sum m.a. vístu ferðingina
hjá teimum í uml. fimm mánaðir. Kanningin vísti, at kóparnir ferðaðust mest í Vestmannasundi,
men eisini runt Vágar og Mykines og so langt sum til suðurendan av Suðuroy. Roynt varð at seta
sendarar á kóp í 2021 og 2022, men tað eydnaðist ikki. Ætlanin er at merkja tveir kópar í 2023.
Niðurstøðan av árinsmetingini er, at tað ikki verður mett, at royndarverkætlanin fer at hava
stórvegis ávirkan á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst eru teir viðbreknastu bólkarnir. Árinið á
hval og kóp kann verða beinleiðis samanstoytur við drekan, sum kann elva til, at hvalur og kópur
fær stóran skaða ella doyr.
Mett verður ikki, at óljóðið er nóg hart til, at hvalur og kópur fær skaða, men óljóð kann styggja hval
og kóp burtur av økinum, og harvið gera liviumstøðurnar verri, við tað at økið, sum teir kunnu halda
til á, verður minni. Kanningar aðrastaðni vísa, at kópur heldur seg burtur frá slíkum orkuverkum, tá
tey er virkin. Kópalátur eru nærhendis royndarøkinum, og benda kanningar hjá Havstovuni á, at
talan kann vera um ein lokalan kópastovn. Umráðandi er at fáa greiði á, hvussu sjóvarfalsorkuverk
av hesum slagnum kunnu ávirka kópastovnin.
Málnr.: 22/00010-45
· Traðagøta 38 · Postboks 2048 · FO-165 Argir · Tlf: +298 34 24 00 · [email protected] · www.us.fo
Mett verður, at bæði kópur og hvalur sansa orkuverkið í minsta lagi tveir km burturfrá, og at teir tí
verða ávaraðir í góðari tíð og kunnu svimja uttanum. Tí verður hildið, at lítil sannlíkindi eru fyri
samanstoyti. Verður ein grind rikin móti orkuverkinum, verða sannlíkindini fyri samanstoyti munandi
størri.
Í árinsmetingini verða eisini lýst átøk, sum kunnu setast í verk fyri at verja kóp og hval. Til dømis at
tað er møguligt er at steðga orkuverkinum við stuttum skotbrái. Hetta verður helst neyðugt, um
grind veður rikin í Vestmannasundi. Upptøkur við hydrofonum eru gjørdar í ár, fyri at kanna, um til
ber at hoyra, um hvalur ferðast í økinum. Enn eru eingi úrslit tøk.
Kanningarnar av hvali og kópi, sum higartil eru gjørdar, vísa støðuna áðrenn drekarnir komu í
rakstur, og eru ein týðandi partur av grundarlagnum fyri at meta um, hvørja ávirkan slíkir drekar
kunnu hava á kóp og hval.
Tað er umráðandi, at kanningar framhaldandi verða gjørdar av, hvussu hvalur og kópur verða
ávirkaðir av drekunum, áðrenn støða verður tikin til at seta fleiri drekar út. Treyt verður tí sett um, at
hildið verður fram at kanna og eygleiða hval og kóp í Vestmannasundi.
5. Málsviðgerð
Umhvørvisárinsmeting varð løgd til almenna hoyring á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni hin 20.
februar 2023. Freistin at gera viðmerkingar var 3. apríl 2023. Umhvørvisstovan fekk ongar
viðmerkingar til hoyringina.
Uppskot til góðkenning varð hin 15. mai 2023 sent SEV, Elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni
og Vestmanna kommunu til viðmerkingar.
5.1 SEV hevði fleiri ítøkiligar viðmerkingar.
30. juni 2023 var fundur millum Umhvørvisstovuna, Havstovuna, SEV og Minesto um
viðmerkingarnar. Umhvørvisstovan hevur tikið stóran part av viðmerkingunum til
eftirtektar.
5.2 Elveitingareftirlitið hevði onga viðmerking.
5.3 Vestmanna kommuna viðmerkti, at royndarverkætlanin fer at ávirka sigling inn á
Vestmanna, um tað ikki verður loyvt at sigla gjøgnum royndarøkið, og at dýpið niður á
drekan, tá hann hongur stillur, skal vera í minsta lagi 12 metrar.
Til hetta hevur SEV viðmerkt, at tað ikki er ætlanin at banna sigling á royndarøkinum.
Eisini viðmerkti Vestmanna kommuna, at við hesi verkætlan missa borgarar í
Vestmanna kommunu enn eitt fiskimið.
SEV viðmerkti til hetta, at staðiliga verður mælt frá at kasta akker, fiska (við línu av
einhvørjum slag) og at arbeiða á botni (kava), og ynskir at frámerkja eitt økið, sum er
75m í radius runt um drekan.
Umhvørvisstovan heldur ikki, at viðmerkingarnar frá Vestmanna kommunu eru
viðkomandi fyri ávirkan á náttúru og umhvørvi, og at hesi viðurskifti ikki eru fevnd av §
21 í havumhvørvislógini ella § 16 í elveitingarlógini, sum deildin Vernd á Umhvørvisstovuni umsitur.
6. Avgerð
Sambært § 21, stk. 1 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum góðkennir Umhvørvisstovan, at
SEV í eini royndarverkætlan í tvey ár setir ein D12 sjóvarfalsorkudreka út í Vestmannasund.
Avgerðin er grundað á umhvørvisárinsmeting hjá SEV fyri verkætlanina. Avgerðin ber eisini í sær,
at verkætlanin lýkur treytina í § 16, stk. 1 í elveitingarlógini fyri at fáa loyvi at framleiða el.
Avgerðin verður givin við hesum treytum:
Málnr.: 22/00010-45
· Traðagøta 38 · Postboks 2048 · FO-165 Argir · Tlf: +298 34 24 00 · [email protected] · www.us.fo
6.1 At royndarverkætlanin er avmarkað til tvey ár frá tí, at drekin verður settur út fyrstu ferð,
og verður framd sum greitt verður frá í árinsmetingini og øðrum samskifti millum
Umhvørvisstovuna og SEV.
6.2 SEV boðar Umhvørvisstovuni frá, tá verkætlanin byrjar, og drekin verður settur út.
6.3 Um royndartíðarskeiðið skal leingjast, skal tað góðkennast av Umhvørvisstovuni.
Umsókn skal sendast Umhvørvisstovuni í góðari tíð frammanundan.
6.4 Verkætlanin skal fremjast soleiðis, at hon hevur minst møgulig árin á náttúru og
umhvørvi.
6.5 SEV skal, fyrsta ári meðan verkætlanin varar, skipa fyri eygleiðingum fugli í
Vestmannasundi. SEV sendir Umhvørvisstovuni ætlanir fyri eygleiðingarnar.
6.6 SEV skal á hvørjum ári meðan verkætlanin varar, skipa fyri eygleiðingum av hvali og
kópi í Vestmannasundi. SEV sendir Umhvørvisstovuni ætlanir fyri eygleiðingarnar.
6.7 SEV skal hava eftirlit við, um samanstoytir eru millum orkuverkið og kóp ella hval, og
skal skráseta, um skaddur ella deyður kópur ella hvalur verður funnin í sundinum ella
økjunum nærhendis.
6.8 At SEV ger eina verkætlan um, hvussu kópur frá látrunum nærhendis ferðast í økinum,
og um hann verður ávirkaður av drekanum.
6.9 SEV sendir Umuvørvisstovuni eina frágreiðing um gongdina, eitt nú niðurstøður frá
gjørdum kanningum, eygleiðingum o.ø. í seinasta lagi eitt ár eftir og tvey ár eftir, at
drekin er settur út.
6.10 Tá royndarverkætlanin er liðug, skal øll útgerð takast upp og beinast burtur við minst
møguligum árini á náttúru og umhvørvi.
7. Eftirlit
Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at treytirnar í hesi góðkenning verða hildnar.
8. Kæra
Henda avgerð kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast
til Umhvørvisstovuna, sum sendur kæruna til landsstýriskvinnuna við neyðugum skjølum.
Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og skal vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi 10. oktober 2023.
Møgulig kæra skal sendast við telduposti til [email protected] ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 165
Argir.
Vinna
Góðkenning av royndarverkætlan við einum D12 sjóvarfalsorkuverki í Vestmannasundi
Umhvørvisstovan góðkennir eina royndarverkætlan í Vestmannasundi
2023-09-13 21:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald