2022-10-28 09:14
VÁGA KOMMUNA:
Hetta var tað fyrsta av fleiri íverksetaratiltøkum her vestri, við tí framtíðar ætlan, at skipa fyri fleiri verkstovum og skeiðum, sum til dømis í kundatænastu og prísáseting, ella okkurt annað, alt eftir hvør tørvurin hjá íverksetum í Vágum er. Endamálið er at skapa eitt gott íverksetaraumhvørvi her vestri til íblástur, sparring og netverkan.
Í samband við kvøldið vóru fleir framløgur á skránni. Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu bjóðaði vælkomin og síðan greiddi Tordis Á Rógvi Biskopstø, menningarleiðari frá um VisitVágar, ferðavinnu og samkapping. Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotið, greiddi frá um virksemið hjá Hugskotinum, og um týdningin av íverksetaraumhvørvinum at kunna sparra og netverka, læra frá hvørjum øðrum og fáa hjálp. Súsanna Laursen, samskipari hjá Hugskotið greiddi frá um íverksetaradíkjaran Nýskapan í ferðavinnuni, sum er ein verkætlan millum Hugksotið og Visit Tórshavn, sum Visit Vágar eisini kemur at vera ein partur av. Og Magni Thomsen frá Íverksetarahúsið í Klaksvík greiddi frá um møguleikarnir við Hópfígging.
Tveir íverksetarar, Randi Olsen frá Breyðvirkið og Kali Bærentsen frá Faroe Islands Surf Guide, sum hava gjørt sær royndirnar at byrja eina fyritøku og sum hava eydnast, greiddu frá hvussu tey byrjaðu, fíggingarmøguleikar og lívið sum íverkseti.
Íverksetarakvøldið varð hildið í nýggja pakkhúsinum úti á Gjógv í Sandavági, og Jónleyg Joensen, dagligur leiðari greiddi frá um virksemið, hvørjar ætlanir vóru við pakkhúsinum og endaði við eini rundvísing í snotiligu nýggju hølunum. Í steðginum og aftaná tiltakið var høvi at heilsa uppá tey ymisku sum høvdu hildið framløgur, netverka og skapa nýggj sambond.
Eins og borgarstjórin nevndi í røðuni hjá sær, so er longu møguligt hjá borgarum sum hava eitt hugskot, íverksetum og fyritøkum at biðja um ymiska ráðgeving, hugskots- og produktmenning, um strategi, marknaðarføring og samstørv frá Tordis hjá Visit Vágar og Sølva hjá Vága kommunu, sum hava áhugan og royndirnar at veita hesar tænastur.
Nærri kunning kemur í næstum, um møguleikarnar hjá borgarum í Vága kommunu og Sørvágs kommunu at luttaka í Nýskapan fyri ferðavinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald