Mentan

Gloyptur sjófuglur

Tá Jákup Sverri var til yvirlitstroling á Føroyabanka í vár, varð ein heldur forvitnisligur fongur funnin í einum toskamaga.

2026-05-06 12:15 Author image
Havstovan
placeholder

Talan var um ein sjófugl, allarhelst lomviga. Allur fuglurin varð funnin í maganum, og hann var væl sodnaður, so lítil ivi er um, at hann varð tikin heilur sum føði.

Lomvigin er frálíkur kavari. Tað er ikki óvanligt, at hann søkir sær føði á 30 til 100 metra dýpi, og skrásett eru eisini dømi, har hann kavar heilt niður á 180-200 metrar. Tískil er ikki ósannlíkt, at fuglurin er etin livandi, hóast tað sjálvandi eisini kann hugsast, at hann er tikin deyður.

Toskurin, sum át fuglin, var 110 cm langur og vigaði góð 17 kg. Hann er ikki aldurslisin enn, men út frá longdini verður mett, at hann var í minsta lagi 7 ára gamal. Botndýpið á kanningarstøðini var 100 metrar.

Havstovan hevur ikki áður skrásett heilan fugl í fiskamaga á yvirlitstrolingum, men hevur tó fingið fráboðanir frá sjófólki við slíkum eygleiðingum. Fyri nøkrum árum síðani vóru videokanningar gjørdar inni við land, í sambandi við verkætlanina “Nebbasild og toskur á innaru leiðum”. Har varð eitt videobrot fingið av toski, sum leggur eftir einum æðubliki.

Lomvigi

Toskur á Føroyabanka

Helga Bára Mohr Vang

Tilfeingi

Varaleiðari, Fiskifrøðingur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder