Vinna

Givnir at leita

Brimil og Tjaldrið eru givnir at leita.

2024-02-11 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv KAMBUR 03 - Leitingin er steðgað

Eftir at Brimil og Tjaldrið høvdu leita allan leygardagin 10. Februar bleiv leitingin steðga klokkan 19.

Týsdagin 6. Februar

Um 7-tíðina sendi Kambur neyðarkall. Skipið hevði fingið nógva slagsíðu, og ætlanin var at fara í bátarnar.

Skip á leiðini settu beinanvegin kósina á staðið har Kambur var staddur. MRCC sendi MayDay Relay fyri at kunna um støðuna. Boð vóru send til Brimil og tyrluna og onnur skip í økinum. Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.

Tyrlan fekk tikið 13 menn av skipssíðuni og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús og fór so útaftur til neyðstadda skipið. Ein maður afturat bleiv tikin av og fluttur til lands. Manningin taldi 16 í alt, so tveir menn vóru saknaðir. Ein av manningini segði at ein annar var farin á sjógv.

Leiting eftir teimum saknaðu varð sett í gongd, og Brimil samskipaði leitingina í økinum.  Umstøðurnar vóru vánaligar á staðnum til leiting, 15-18 m/s av LN og aldan var 7 m. Breiðanes, Hamranes og Sandshavið vóru á staðnum og luttóku í átakinum.

Seinnapartin vóru fleiri onnur skip eisini við í leitingini.
Eitt bretst P8 poseidon flogfar leitaði eisini í økinum 1620-2130.
Eisini danska challenger flogfarið luttók 18-2130.
Tyrlan leitaði allan dagin til myrkrið kom.

Mikudagin 7. Februar

Brimil leitaði allan dagin, Challenger flogfarið leitaði 14-16. Tyrlan leitaði frá 10-17.

Hósdagin 8. Februar

Tjaldrið loysti Brimil av á staðnum, meðan hann fór at skifta manning. Leita varð allan dagin.

Fríggjadagin 9. Februar

Tjaldrið leitaði allan dagin. Challenger flogfarið leitaði tríggjar tímar í økinum seinnapartin. Brimil kom út aftur um 14 tíðina og leitaði restina av degnum.

Leygardagin 10. Februar.

Brimil og Tjaldrið leitaðu allan dagin til klokkan 19. Tá leitingin steðgaði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder