Talið av gistingum í mai var nærum á sama støði sum í juli í fjør, sum er besti mánaður nakrantíð.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mai vóru sløk 90% av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum.
Tá koronufarsóttin herjaði, hava færri ferðast, og tí áttu føroyingar størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum. Nú eru fólk farin at ferðast aftur, og tað sæst aftur við, at føroyingar áttu einans 12% av av gistináttunum í mai 2022 samanborið við góð 50% sama mánað í fjør.
Nú eiga danir 46% av gistináttunum, og talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er komið upp á 42% samanborið við mai í fjør.
Persónsgistinætur á gistingarhúsum
bústaðarland mai 2021 – mai 2022
mai | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | tal | % | |
Tilsamans | 10.468 | 29.586 | 19.118 | 183 |
Føroyar | 5.430 | 3.615 | -1.815 | -33 |
Danmark | 3.283 | 13.690 | 10.407 | 317 |
Onnur lond | 1.755 | 12.281 | 10.526 | 600 |
Innskrivingar
Talið av innskrivingum vóru góðar 10.400 í mai. Tað er ein tvífalding í mun til mai í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Tað eru næstan 3.000 fleiri enn í mai 2019, sum var besti mai-mánaður nakrantíð.
Innskrivingar á gistingarhúsum
bústaðarland mai 2021 – mai 2022
mai | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | tal | % | |
Tilsamans | 5.066 | 10.412 | 5.346 | 106 |
Føroyar | 3.659 | 1.954 | -1.705 | -47 |
Danmark | 1.042 | 4.410 | 3.368 | 323 |
Onnur lond | 365 | 4.048 | 3.683 | 1.009 |
Nýtslustig
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Sløk 80% av kømrunum vórðu brúkt í mai, samanborið við 31% í mars í fjør.
Orðalýsingar
Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.