2024-01-02 13:00
Gilli Rólantsson Sørentsen:
Fyrst og fremst vil eg siga, at eg havi eina ótrúliga góða kenslu beint nú. Eg havi altíð havt ein dreym um at vera við til at byggja nakað serstakt upp í heimstaðnum.
Umstøðurnar at spæla fótbólt her eru fantastiskar, so karmarnir eru absolutt upp á pláss.
Satt at siga vildi eg ongantíð avstað í summar, tí alt gekk so væl her heima, felagsskapurin var so góður, og á vøllinum gekk bara heilt væl. Men eg kendi á mær, at eg noyddist út at royna meg, tá møguleikin at fara til Vejle uppstóð.
Nú havi eg so onkursvegna fingið tað úr systeminum, og eg veit, at tað at koma heim at spæla við TB er tað rætta fyri meg.
Eg kundi havt hildið á at spælt úti í heimi og so komið heim aftur um eini 5 ár og næstan verið klárur at stillað skógvarnar á hillina. Men í staðin fyri vil eg koma heim til barndómsfelagið í besta aldri og vera partur av hesum fantastiska felagsskapinum í barndómsfelagnum.
Vónin er heilt greitt tann, at okur tey næstu árini kunnu byggja okkurt gott upp saman, tí her er nógv potentiali. Eg ætli mær at koma heim og geva alt tað, ið eg kann, og vónandi fara øll at standa saman um hetta nýggja projektið, sum leiðslan í TB er í ferð við at seta saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald