Nú Norra hevur gjørt nýggjan fiskivinnusáttmála við russar, skulu Føroyar taka støðu til, um vit skulu til samráðingar við russar. Í hesum sambandi vil felagið Heimafriður koma við eini áheitan til Fiskimálaráðið og landsstýrið.
Tí í galdandi fiskivinnusáttmála við russar verður givið undantaksloyvi, sum víkur frá føroyskari sjófeingislóg. Undantaksloyvi loyvir russum at umskipa við bryggjur í Føroyum, sum annars ikki er loyvt.
Tí sambært „løgtingslóg nr. 152 § 26, stk.1 (Sjófeingislógin)“, er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.
Men við heimild í „Kunngerð nr. 191 frá 22. desember 2021 um skipan av fiskiskapinum hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2022, § 30 stk. 2“, kann Vørn loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn, samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi.
Føroyar geva sostatt russum serloyvi at umskipa við føroyskar havnir. Júst hetta serloyvið hevur álvarsamar avleiðingar fyri føroyingar. Russisku skipini halda nevnliga óvanliga nógvan gang, og fleiri av frystiskipunum, sum verður umskipað til, larma eisini langt yvir øll mørk.
Fyrr í ár almannakunngjørdi Heimafriður eina kanning hjá felagnum, sum avdúkaði eina týðiliga mynd av, hvat virksemi er atvoldin til flestu amparnar av larmi. Kanningin vísur nevnliga, at 76 % av øllum klagum, varð vegna umskiping av russiskum skipum, við føroyskar havnir, í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 31.mars 2022.
- 55 % av samlaðu ljóðmátingunum í tíðarskeiðinum eru av skipum undir russiskum flaggi.
- 21 % eru skip undir “øðrum flaggi”. Hyggja vit nærri at hesum bólki av skipum, er talan oftast um frystiskip, sum taka móti fiski frá russisku fiskiskipunum. Tískil roknar felagið hesi skip at vera partur av serliga russiska virkseminum við føroyskar havnir.
- Áleið 10 % av bólkinum “onnur skip”, eru onnur útlendsk skip, sum ikki er tengd at russiska undantaksloyvinum at umskipa við bryggju
- 14 % eru føroysk skip.
Niðurstøðan er, at russisku skipini og tilknýtta virksemið til umskiping við føroyskar havnir, og harvið undantaksloyvið Føroyar geva russum, hevur stórar avleiðingar fyri fólk, sum búgva nærendis ávísum havnum í Føroyum. Hóast kanningin tekur útgangstøði í umstøðunum á Signabø, er myndin nakað tað sama í hinum stóru havnunum í Føroyum, undantikið í Tórshavn.
Felagið Heimafriður heitur tí á Fiskimálaráðið og Landsstýrið at taka trivnaðin og heimafriðiin hjá fólki í Føroyum til umráðingar, tá ið møguligar sáttmálasamráðingar verða, og ikki framhaldandi geva slík skaðilig undantaksloyvi.
__
Norra avmarkar russum atgongd
Fyri at hava betri eftirlit við russiskum skipum, hevur Norra valt út tríggjar havnir, sum russisk fiskiskip hava atgongd til.
Um Føroyar hava í hyggju at velja sama leist, sum Norra, mælir Heimafriður til, at Tórshavnar havn – Tórshavn, verður vald til umskipingarhavn. Orsøkin til hetta er, at nýggja havnin hjá Tórshavnar Havn er er tann havnin í Føroyum, ið liggur longst burtur frá bústaðarøkjum. Harafturat eru týðilig tekin um, at tá skipini liggja við bryggju har, vera borgarar ikki órógvaðir á sama hátt sum í hinum føroysku havnunum.
Felagið Heimafriður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald