Politikkur

Gerðabók frá bygdaráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu

Gerðabók frá býráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu tann 24. septembur 2025

2025-09-30 21:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 24.09.2025 kl.17:00 – 20:15

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jón Joensen 
  • Hans Kári Hansen 
  • Elias Davidsen 
  • Tóki Joensen 
  • Helena Heðinsdóttir Guttesen 

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari


Mál nr. 59/2025

J.nr.542-82-2025

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 278b í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 278b í Sørvági

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Tekninski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvið til bilhús á matr. 278b í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 60/2025

J.nr. 542-96-2025

Umsókn um loyvi, at byggja uppí verandi hjall á matr. 321c í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um loyvi, at byggja uppí verandi hjall á matr. 321c í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Tekinski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum,og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um loyvi at byggja uppí verandi hjall á matr. 321c í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 61/2025

J.nr. 542-95-2025

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 272s í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 272s í Sørvági

Tilmælið frá tekniska leiðaranum:

Mælt verður til at geva byggloyvi til garð vísandi til kort.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 62/2025

J.nr.542-85-2025

Umsókn um byggiloyvi til hálvtak á matr. 292b í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til hálvtak á matr. 292b í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekinski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum.

Hans Kári luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Hans Kári Hansen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.


Mál nr. 63/2025

J.nr. 541-85-2025

Umsókn um sundurbýti/samanlegging millum matr. 25e, 161a, 306a, 422a, og 95a í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti/samanlegging millum matr. 25e, 161a, 306a, 422a og 95a í Sørvági.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýtið/samanlegging millum matr. 25e, 161a, 306a, 422a og 95a í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 64/2025

J.nr. 542-38-2025

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 200c í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 200c í Sørvági

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi.

Mælt verður eisini til saman við umsøkjaranum at flyta kommunalan vegin vestur frá markinum.Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum og viðmerkingum í tilmælinum. Annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 18.08.25: Tekniska nevnd mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum, men ikki at útskrivað byggiloyvið fyrrenn vegaføringin vestanfyri húsini er gjørd, vísandi til skitsu har umsøkjarin flytir og grovplanerar vegin, vísandi til semju á ástaðarfundinum tann. 14.06.2025.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjar-og Teknisku nevnd.


Mál nr. 65/2025

J.nr. 542-69-2025

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 397d í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 397d í Sørvági.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd mælir til, at játta umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 397d í Sørvági, samb. umsókn.

Grannaváttan frá Ólavur Jensen, sum eigur matr. 11d fyriliggur.

Avgreitt: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 66/2025

J.nr. 542-94-2025

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 402 í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 402 í Sørvági.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd mælir til, at taka undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 402 í Sørvági.

Grannaloyvi frá eigarunum av matr. 316b fyriliggur.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 67/2025

J.nr. 542-18-2023

Umsókn um loyvi at breiðka kvist á sethúsum á matr. 328a í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um loyvi at breiðka kvist á sethúsum á matr. 328a í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 15.09.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um loyvi at breiðka kvist á sethúsum á matr. nr. 328a í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 70/2025

J.nr. 323-23-2025

Umsókn um stuðul til marknaðardag í Gásadali, 25. oktober 2025

Málslýsing: Umsókn um stuðul til marknaðardag í Gásadali, 25. oktober 2025

Tilmæli 11.09.25: Trivnaðarnevndin mælir til at játtað kr. 20.000,00 í stuðli til marknaðardagin í Gásadali 25. oktober 2025

Peningurin verður útgoldin móti váttaðum rokningum.

Tilmæli 22.09.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. Dagurin er útsettur til 15. november 2025

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 71/2025

J.nr. 109/37/2025

Reglugerð um gjald fyri byggimálsviðgerðum hjá Sørvágs kommunu

Málslýsing: Reglugerð um gjald fyri byggimálsviðgerð hjá Sørvágs kommunu.

Reglugerð um gjald fyri byggimálsviðgerð hjá Sørvágs Kommunu

Gr. 1

Við heimild í § 2 í kunngerð um bygningskunngerð 2017 og við góðkenning frá lands-stýrisfólkinum í byggimálum verður gjørd henda reglugerð um gjøld fyri byggimálsviðgerð hjá Sørvágs Kommunu.

Gr. 2

Reglugerðin er galdandi fyri gjøld fyri byggiloyvi, fyribilsloyvi og fyri at viðgera frávik sambært bygningsreglugerðini ella øðrum galdandi ásetingum fyri bygging.

Gr. 3

Gjald verður bert kravt fyri byggimálsviðgerð, sum krevur uttanhýsis ráðgeving.

Gr. 4

Gjaldið verður ásett sambært kostnaðarmeting/tilboði frá uttanhýsis tekniskum ráðgeva + 10% av metingini/tilboðnum fyri umsitingarliga viðgerð hjá kommununi - ella sambært endaligari rokning frá ráðgeva.

Hetta er galdandi fyri alla bygging, sum lýst er í § 2, stk. 3, í kunngerð um bygningskunngerð 2017.

Gr. 5

Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið byggiloyvið, fyribilsloyvið ella fráviksloyvi er klárt at lata.

Gr. 6

Kommunali byggimyndugleikin kann halda byggiloyvi, fyribilsloyvi ella fráviksloyvi aftur, til gjaldið er goldið.

Gr. 7

Avgerðir, sum kommunali byggimyndugleikin hevur tikið við heimild í ásetingum í hesi reglugerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn sambært § 19 í byggilógini – løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012.

Tilmæli 22.09.25: Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna reglugerðina um gjald fyri byggimálsviðgerðum hjá Sørvágs kommunu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 72/2025

J.nr. 215-30-2025

Leigusáttmáli millum Sørvágs kommunu og Sp/f Vestmek og Handilsvirkið Niclasen

Málslýsing: Umsókn um leigu av matr. nr. 356 og part av matr. 354 á havnarøkinum í Sørvági

Tilmæli 13.08.25: Havnarnevndinm mælir til at leiga Vestmek og Handilsvirkið Niclasen, matr. nr. 356 á Havnarøkinum.

Umsitingin kannar um leiga av økinum skal lýsast alment.

Tilmæli 22.09.25: Í samráð við umsøkjarnar mælir Fíggjarnevndin til at Handilsvirkið Niclasen fær eina royndartíð við at leggja timbri innum girðingina á matr. nr. 356, áðrenn endalig støðutakan verður tikin til leigusáttmálan.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini, royndartíðin verður sett til 01.01.2026

Málið í sambandi við bygningin verður beint aftur í Havnanevndina.


Mál nr. 73/2025

J.nr. 211-22-2025

1. viðgerð av fíggjarætlanin fyri 2026

Málslýsing: 1. viðgerð av fíggjarætlanina fyri 2026

Mett skattainntøka 64.852.061

Mett eftirl., DIS, FAS o.a 16.194.000

P/F skattur 2.000.000

Tøkugjald 400.000

Barnafrádráttur og pensiónsfrádr. -3.384.000

Mett inntøka tils. 80.062.061

Figgjarnevndin hevur gjøgnumgingið inntøkurnar

Bygdaráðið hevur gjøgnumgingið inntøkurnar til fíggjarætlanina fyri 2026


Mál nr. 74/2025

J.nr.

Val av bygginevnd til bygging av ítróttarhøll

Málslýsing: Val av bygginevnd til bygging av ítróttarhøll.

Uppskot til limir í bygginevndina:

· Hans Kári Hansen, form. í Teknisku nevnd

· Helena Heðinsdóttir Guttesen, forkv. í Trivnaðarnevndini

· Jón Joensen, varaborgarstjóri

Avgerð: Bygdaráðið samtykti, at omanfyri nevndu verða vald í bygginevndina.


Mál nr. 75/2025

J.nr.

Góðkenning av byggiskrá til ítróttarhøll.

Málslýsing: Byggiskrá til ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági

Tilmæli 23.09.25: Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum um byggiskránna til ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági, sum er gjørd í samstarvi við Mynda og Sjøtil.

Tilmæli 23.09.25: Tekniska nevnd mælir til, at biðja um tilboð uppá ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági, sambært byggiskrá ið Tekniska- og Trivnaðarnevndin hava gjørt í samstarvi við Mynda og Sjøtil.

Somuleiðis mælir nevndin til, at verkætlanin verður boðin út alment í heildararbeiðstøku, soleiðis at allar fyritøkur hava møguleika at bjóða.

Eisini mælir Tekniska nevnd til, at Mynda saman við Sjøtil tekur sær av, at senda tilfar til tey sum ynskja at bjóða uppá høllina og hava samskifti við hesi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Teknisku nevnd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder