Politikkur

Gerðabók frá bygdaráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu

Gerðabók frá býráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu tann 27. august 2025

2025-08-28 18:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bygdaráðsfundur: 27.08.2025 kl.17:00 – 18:20

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jón Joensen
  • Hans Kári Hansen 
  • Elias Davidsen 
  • Tóki Joensen 
  • Helena H. Guttesen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

Mál nr. 46

J.nr. 211-18-2025

2. viðgerð av eykajáttan til Ivanshús

Málslýsing: Eykajáttan til konto 2.21.61.382 Eldrasamstarv.

Tilmæli: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto 2.21.61.382 eldrasamstarvið á kr. 500.000.

Avgerð: Samtykt við 2. viðgerð.

Mál nr. 52/2025

J.nr. 323-19-2025

Umsókn um stuðul fyri kappingarárið 2025/26 – Sørvágs Ítróttarfelag

Málslýsing: Umsókn frá Sørvágs ítróttarfelag, um stuðul fyri kappingarárið 2025/26

Tilmæli 14.08.25: Trivnaðarnevndin mælir til, at stuðla Sørvágs Ítróttarfelag við kr. 175.000,00 fyri árið 2025

Tilmæli 21.08.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 53/2025

J.nr. 323-18-2025

Umsókn um rakstrarstuðul til 07 Vestur fyri árið 2025

Málslýsing: Umsókn frá 07 Vestur um rakstrarstuðul fyri 2025

Tilmæli 14.08.25: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07 Vestur við kr. 175.000,00 í rakstrarstuðli fyri árið 2025

Tilmæli 21.08.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 54/2025

J.nr.542-64-2023

Umsókn um byggiloyvi til køk á matr. 360d í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til køk á matr. nr. 360d í Sørvági. Tilmæli til teknisku nevnd viðv. dansistovuni, matr.nr. 360d í Sørvági.

Sp/f Vágasmíð hevur við telduposti dagf. 13.08.2025 sent umsókn og tekningar dagf. 13.08.2025 Umsóknin er vegna Sp/f 10.01.2023 Søkt verður um at gera broytingar í upprunaligu tekningunum sum kommunan hevur móttikið, vísandi til nýggju tekningarnar, har køkurin er norðureftir.

Tilmælið frá tekniska leiðaranum:

Tekniski leiðarin mælir til, at geva byggiloyvi til uppíbygging, samb. umsókn og tekningum dagf. 13.08.2025. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini. Áðrenn bygningurin endaliga verður tikin í nýtslu, skal bygningurin brunagóðkennast av nýggjum. Tilmæli 18.08.25: Tekniska nevnd mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum.

Av tí at byggiloyvið er latið so tætt uppá mark/áarbakkan, so er tilmæli, at eigarin sjálvur hevur ábyrgd av at tryggja áarbakkan.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd við tí broyting, at eigarin sjálvur skal tryggja áarbakkan/laðingina.

Mál nr. 55/2025

J.nr. 542-80-2025

Umsókn um byggiloyvi til skúr á matr. 404a í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til skúr á matr. 404a í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekinskileiðarin mælir til at játta byggiloyvi. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingunum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 18.08.25: Tekniska nevnd mælir til, at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 56/2025

J.nr. 542-70-2025

Umsókn um byggiloyvi til trafostøð í Bø

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

Mál nr. 57/2025

J.nr. 542-38-2025

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 200c í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 200c í Sørvági.

Avgerð: Málið útsett.

Mál nr. 58/2025

J.nr. 542-64-2025

Støðutakan til planeringshædd á matr. nr. 139d

Málslýsing: Støðutakan til planeringshædd á matr. nr. 139d

Í sambandi við mál nr. 47/225 Byggiloyvi til garð og sethús á matr. nr. 139d í Sørvági – Sára Simonsen, er efturfylgjandi komið fram at planeringshæddin er hægri enn víst á innsendum tekningum.

Varaborgarstjórin Jón Joensen hevur biðið um, at fingið hetta viðgjørt.

Bygdaráðið ásannar, at misskiljingar hava verið eftir at byggiloyvi er útskrivað viðv. planeringshæddini, bæði frá umsøkjarans og kommununnar síðu. Hetta skal takast til eftirtektar, og verður tað mælt til, at mannagongdirnar á hesum øki verða dagførdar og styrktar framyvir.

Bygdaráðið metir ikki, at fráviki á planeringshæddini (16 cm) er nóg stórt, í mun til arbeiðið tað krevur, at broyta verandi planering.

Við støði í omanfyri nevndu viðurskiftum, verður ikki mett, at grundarlag er fyri at ógilda ella útseta byggiloyvið.

Eyð Ellingsgaard luttók ikki í viðgerðini

Avgerð: Bygdaráðið loyvir tí, at byggingin kann halda fram á verandi planeringshædd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder