Innflutningurin av hálvdrúgvum nýtsluvørum (t.d. klæðir) og drúgvum nýtsluvørum (t.d. sjónvørp og bilar) hevur síðani endan av 2021 staðið í stað, sí mynd 1. Hetta bendir á, at nýtslan av hálvdrúgvum og ódrúgvum vørum er minkað í nøgdum, nú ið vørurnar, vit innflyta, eru vorðnar dýrari í prísi.
Handilsvinnan sigur frá, at eftirspurningurin eftir teimum dýru merkjunum av ymsum innbúgvi er minkaður, men tey flestu lata væl at hóast alt. Bilasølan er minkað munandi og tað gevur ábendingar um at húsarhaldini eru blivin meira afturhaldin við at gera stór keyp.
Innflutningurin av ódrúgvum vørum, sum eitt nú eru matvørur, er hinvegin øktur (mynd 1). Hetta merkir, at nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum er broytt á tann hátt, at gerandisvørurnar fylla meira enn áður í samlaðu nýtsluni.
Mynd 1
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Les eisini:
22.9.2023 |
Privata nýtslan stórt sæð óbroytt í 2023 |
22.9.2023 |
Prísirnir veksa framvegis, men spakuligari |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald