Yvirskriftin kann tykjast nakað provokerandi – tað skilji eg væl, at fólk kunnu hugsa. Tó, hon tekur støði í, at júst hesin setningurin hevur verið havdur á lofti fleiri ferðir seinastu mánaðirnar, tá málið um Sernám og tilboð til foreldur at børnum við Down syndromi hevur verið á breddanum. Eg ynski at undirstrika, at endamálið hjá mær við yvirskriftini og hesum skrivliga fyrispurningi ikki er at seta niður á ella halda hánt um Sernám og tey starvsfólk, ið dagliga samvitskufult útinna sítt starv. Vónandi ber til at skilja ímillum mannin og bóltin, um eg kann loyva mær at nýta ta myndina.
Ná, fyrst nakrar hugleiðingar. Lívið er løtan – og løtan er lívið. Tað eru løtur, sum ávirka okkara lívsleið og umdefinera okkara veruleika. Ein slík løta var 8. desember 2022, tá tað í einum nú – tá atkvøðurnar vórðu liðugt taldar og úrslitið var endaliga klárt – gjørdist greitt, at veruleikin tók eina grundleggjandi vend. Eg var nú ein av teim 33. Valdur inn á Føroya Løgting. Hóást tað nú er eitt hálvt ár síðani, so kann eg framvegis klípa meg í armin, tá eg tríni innar í tingsalin – eri eg veruliga her? Jú, so er. Stórur heiður – og stór ábyrgd.
Eins og øll valevni, hevði eg í valstríðnum valt at seta fokus á nøkur hjartamál, sum eg eisini dugdi at síggja aftur í stevnuskrá Fólkafloksins. Ein orðing í stevnuskránni ljóðar soleiðis: ”Á sama hátt skulu tey við verri fortreytum tryggjast eina góða tilveru og høvi at taka lut í samfelagnum.” Orðingin kann umfata nógv, og undir slagorðinum ”Ja til lívið” viðgjørdi eg fosturtøkuspurningin, sum tey allarflestu hava eina hugsan um, og sum er eitt mál, ið vekir sterkar kenslur. Nú skal hesin fyrispurningur, ið her verður viðgjørdur, ikki verða íbirting til kjak um fosturtøkumálið, men tankin er meiri at seta problematikkin í ein størri samanhang út frá grundleggjandi lívsáskoðan hjá undirritaða. Eg eri av tí fatan, at børn eru gáva Guds, og eg ynski so innarliga, at øll skulu sleppa í henda heim. Tó at mangar løtur eru bæði stórar og lívsbroytandi, so er tað er eingin lívsins løta, sum kann metast við hetta at gerast foreldur. Ósigiliga djúpar kenslur, sum ein ikki vitsti vóru til, vóru við eitt har – eitt satt loyndarmál og undur.
Oftast mennist eitt barn soleiðis, sum vanligt er, men viðhvørt gongst øðrvísi, og tilveran gerst meiri avbjóðandi, so at siga. Summi fáa brek at stríðast við, og dýra undrið, sum lívið er, verður eisini eitt baks – og ja, fortreytirnar torførari. Hjá foreldrum at børnum, ið bera brek – sum kanska fáa enn sterkari kenslur fyri sínum barni (um tað er gjørligt) – kann tilveran mangan kennast sera avbjóðandi og trupul. Og tað var eisini heilt skjótt í hesi tingsetuni, at tað kom fram í miðlunum, at tilveran hjá teimum við verri fortreytum – fyri at nýta orðingina úr stevnuskrá Fólkafloksins – ikki er, sum hon átti at verið.
- mars er altjóða dagur teirra, ið hava Down syndrom. Í grannalondum okkara verða alsamt færri børn við Down syndromi fødd, meðan føroysku tølini liggja á sama støði sum fyri 10 árum síðani. Viðhvørt kennist tað sum um, at Í okkara grannalondum meiri ella minni breggja tey sær av hagtølum, sum vísa, at færri og færri ‘brek’ síggja dagsins ljós. Færri av teimum, sum elska at klemma. Færri av teimum, sum kanska hava allarstørstan tørv á at verða klemmað. Hóast fosturtøkur verða framdar í Føroyum, so haldi eg ikki, at vit samfelagsliga eru komin líka langt av leið á hesum økinum sum mong av okkara grannalondum eru tað, men tendensurin liggur so absolut og lúrir. Ikki minst í hesum #fríabort #fríttval døgum. Tað er at gleðast um, at tað framvegis liggur ein djúp virðing hjá føroyinginum fyri tí ófødda - fyri lívinum - í sinum margfeldi. Tó, so vísir tað seg ikki so sjáldan, at vit sum samfelag ikki megna nóg væl at hjálpa og stuðla familjum, sum hava tørv á serligari hjálp. Í apríl í ár kom ein yvirlýsing frá Megd undir heitinum «Øll børn og ung hava javnbjóðis rætt til eitt virðiligt lív.» MEGD er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava fleiri enn 3000 limir, og arbeiðir við støði í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, fyri, at øll skulu hava javnrættindi í einum inkluderandi samfelagi. Yvirlýsingin, ið stendur at lesa á megd.fo, er soljóðandi:
«Vit, ið umboða áhugamálini hjá føroyskum børnum og ungum, ið bera brek, vilja hervið gera vart við, at tað eru viðurskifti og umstøður í Føroyum, ið beinleiðis og áhaldandi føra við sær, at rættindi hjá fleiri børnum og ungum, ið bera brek, ikki verða vird.
Sambært altjóða Brekrættindasáttmálanum eiga umstøður og karmar at verða tillagað, soleiðis at øll okkara børn og ungu, ið bera brek, fáa somu virðing, sum onnur børn.
Hóast hetta, so eru vit vitni til, at mismunur verður framdur í verki. Vit síggja, at føroyskar lógir og kunngerðir ikki hava neyðugar og ítøkiligar orðingar, ið kunnu tryggja rættindini hjá okkara børnum.
Harumframt síggja vit manglandi samstarv ímillum myndugleikar og viðkomandi partar, at tænastur eru misjavnar alt eftir, hvar í landinum ein býr, og at mismunur verður gjørdur á børnum og ungum, ið hava sama tørv á hjálp.
Avleiðingarnar fyri hesi børn og ungu, og familjur teirra, eru í mongum førum álvarsamar.
Vit vilja tí staðiliga heita á viðkomandi myndugleikar og partar til skjótast gjørligt at fáa burtur allan mismun vegna brek. Lógarverkið má styrkjast, og tænastur sameinast, soleiðis at øll børn og ung, ið bera brek, fáa møguleika at mennast, luttaka og trívast, eins og onnur børn.
Tað ber ikki til at gera góðar loysnir uttan veruliga at hoyra og skilja støðurnar hjá okkara børnum og ungu, umframt at vit eisini síggja somu avbjóðingar bæði millum vaksin og eldri.
Tí bjóða vit okkum fram sum ráðgevar og viðleikarar hjá myndugleikum og pørtum, ið arbeiða við at finna loysnir.”
Tað er so heilt ómetaliga umráðandi, at vit sum samfelag ikki bara siga «Ja til lívið», men at vit eisini taka og gera alt fyri, at júst tey, sum hava størstan tørv á hjálp, fáa tað teimum tørvar. Í sambandi við altjóða Down syndrom dagin í ár var forkvinnan í Javna frammi í miðlunum og nevndi, at tørvur er at betra um tilboðini til tey, ið hava Down syndrom. Tað er á ymsan hátt ein avbjóðing at fáa barn við Down syndromi, m.a. innan málmenning. Sernám er stovnurin, ið eigur at veita foreldrum og børnum tilboð av ymiskum slagi, eisini málmenning. Tað kom fram í eini samrøðu í Kvf við eina mammu at barni við Down syndromi, at tað er sera stórur munur á, hvørja hjálp og hvønn stuðul foreldur fáa í boði. Tað gekk bara ein dagur ella tveir, so komu fleiri mammur fram við somu søgu: Sernám ger mun á tilboðum til børn við Down syndromi. Hetta tvíhildu hesar mammur um.
Hesar útsagnir samsvaraðu ikki við tað, ið leiðarin fyri Sernám bar fram, og heldur ikki við tað, sum landsstýrismaðurin, Djóni N. Joensen, segði, tá hann nevndi í samrøðu í Kvf, at øll foreldur hava fingið tilboð og hjálp, og at hann hevði fult álit á stovninum. Undirritaði undraðist á, at útsagnirnar vóru so ymiskar – foreldur søgdu eitt, meðan leiðarin á Sernámi og eisini landsstýrimaðurin søgdu nakað heilt annað. Hetta ósamsvarið fekk 31. mars 2023 undirritaða at seta ein §52a fyrispurning, har 4 spurningar vórðu settir, sum landsstýrismaðurin síðani svaraði. Í svari sínum dagfest 13. apríl 2023 helt landsstýrismaðurin fast um, at øll foreldur at børnum undir 18 ár við Down syndromi hava fingið – og fáa – hjálp og vegleiðing.
At døma eftir reaktiónunum frá m.ø. foreldrunum, so var svarið ikki nøktandi eftir teirra uppfatan. M.a. varð ein Facebook-bólkur stovnaður undir heitinum «Sernám ger mismun», har fleiri djørv foreldur traðkaðu fram og greiddu frá um sínar upplivingar – og sum ein teirra segði í miðlunum: «Veruleikin er verri, enn eg hevði ímyndað mær. Tað eru ikki bert børn við Downs syndromi, sum onga hjálp fáa frá Sernámi, men hópatals av børnum, sum eru gloymd.»
Hesar reaktiónir gjørdu, at undirritaði valdi at spyrja nærri um málið við at seta ein §53 skrivligan fyrispurning til landstýrismannin í Barn- og undirvísingarmálum, Djóna N. Joensen – fyrispurningin, ið vit viðgera her á Løgtingi í dag. Tað kann tykjast sum um, at undirritaði ynskir at fáa spakan undir Sernám og landsstýrismannin við øllum hesum spurningum, men sum eg nevndi at byrja við, so er tað ikki tað, eg ynski. Eg veit, at tað er nógv, sum eg ikki veit, og tað eru uttan iva fleiri samansettar orsøkir til, at støðan er, sum hon er. Tað er tó ómetaliga harmiligt og átaluvert, at tað eru so mong – eisini nógv onnur enn hesi, ið hava gjørt vart við seg í júst hesum málinum – sum í nógv ár ikki kenna seg at havi fingið ta hjálp, ráðgeving og tey tilboð, sum tey áttu at fingið. Vónin er, at hesir spurningar kunnu viðvirka til, at støðan hjá øllum teimum, ið hava tørv á hjálp, verður tikin í størsta álvara, og at hjálpin kemur so skjótt, til ber.
Spurningarnir, ið undirritað tann 19. apríl setti landsstýrismanninum, eru hesir:
- Sambært svarinum frá landsstýrismanninum upp á §52a fyrispurningin hjá undirritaða, so hevur Sernám møguleika at arbeiða við fleiri ymiskum málmenningaramboðum. Hvørji eru hesi?
- Kann landsstýrismaðurin veita trygd fyri, at øll fáa ta hjálp og vegleiðing, tey hava rætt til og tørv á?
- Hevur landsstýrismaðurin hoyrt aðrar partar enn Sernám, tá útsagnirnar frá pørtunum eru so ymiskar? Tað kundi m.a. verið Javni, ið er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.
- Metir landsstýrismaðurin, at tey foreldur, ið siga seg ikki hava fingið nøktandi hjálp og vegleiðing, siga ósatt?
- Áttu mannagongdir og arbeiðshættir hjá Sernámi at verið eftirmett?
Á Løgtingi, 14. juni 2023
Bárður á Lakjuni
Svarið frá landsstýrismanninum er at finna við at trýsta á hetta leinkið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald