Politikkur

Ger Miðflokkin stóran!

Vel Miðflokkin. Við okkum veitst tú, hvat tú fært. Eitt gott fólkatingsval er gott grundarlag at fara til Løgtingsvalið við. Hvør einasta atkvøða ger Miðflokkin sterkari. Tí er umráðandi, at tú, sum tekur undir við Miðflokkinum, eisini velur at standa saman við okkum í morgin. Í verki prógva vit hvønn dag okkara virði. Hygg eftir úrslitunum:

2022-10-31 07:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
  • Sendistovan í Ísrael
  • Tunlarnir norður um fjall, Fámjinstunnilin og ferð komin á Dalstunnilin
  • Útbygging av Rásini og Miðnám á Kambsdali
  • Bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík
  • Nýggj alaraútbúgving og master útbúgving í KT sett á stovn
  • Nýggir flokkar av sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsurøktarum og førleikamettum heilsuhjálparum byrjaðir
  • Tveir nýggir eftirskúlar byrjaðir í Skálavík og Tvøroyri, serbreyt byrjað í Hovi og nýggjur háskúli í Nesvík.
  • Frískúlar fíggjarliga javnsettir við almennu
  • Trivnaðarráðgevi settur í fólkaskúlunum
  • Radaramálið er avgreitt
  • Samstarvssáttmálar gjørdir við USA og Japan
  • Játtanin til neyð- og menningarhjálp økt við 3 mió. kr.
  • Ókeypis sálarfrøðilig hjálp fólk millum 15 og 35 ár sett á stovn
  • Nýggjur flóttafólkapolitikkur
  • Fast-track skipan gjørd til føroyska arbeiðsmarknaðin

Tað hevur størri týdning nú enn nakrantíð, at Miðfloksfólk ikki sita heima, ikki velja annan flokk, men taka hendur saman og gera Miðflokkin stóran.

Bestu heilsanir

Steffan, Bill og Jenis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder