Ítróttur

Gemtir 14A: Sí vann Gysari móti TB

.

2025-02-08 19:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Gentir 14A
Steypafinalan millum TB og Sí-a Gentir 14A, skuldi vísa seg at blíva ein gysari.
 
Talan var um tvey sterk lið í finaluni og tí var lagt upp til eina spennandi finalu. Bæði liðini spældu ómetaliga væl. TB vóru omaná alt fyrsta sett og SÍ leikarirnir tóktist at vera ørkymlaðir. TB vann greitt fyrsta sett 19-25.
Í øðrum setti byrjaði SÍ væl, men hóast liðini vóru tøtt, lág TB omaná í stigum. SÍ megnaði at hála seg upp á javnleik 19-19 og síðani vendi dysturin við einum energiríkum SÍ liði, sum vann  25-23.
Síðani var fari undir triða og avgerðandi sett. TB var aftur førandi liði og tá liðini skiftu síðu, var støðan 8-2 til TB. Men, so streyk SÍ avstað og megnaði at vinna avgerðandi settið 10-15.
Harvið eru Genir 14A hjá SÍ Steypavinnarir.

Dagsins leikari: Vár Kristiansdóttir

TB Leikarar
Rebekka Dánjalsdóttir
Nomi Hansen
Femja í Lágabø
Ruth Berg Jespersen
Rebekka Kjærbo
Natalia Edvardsdóttir

SÍa leikarar
Zacharia Emilia Davidsen
Fríðrún Nøkkvadóttir
Anna Ró av Trøð Trondesen
Súsanna á Stongum Venned
Sandra Skov Weihe
Vár Kristiansdóttir
Anna Katrina í Haraldstovu
Tova Sigurdsdóttir Nielsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder