2023-02-18 10:44
Í samband við landsinnsavningina hjá hjálparfelagsskapinum Beranum sunnudagin 5. mars 2023, fara vit í Ítróttarfelagnum Frælsi at skipa fyri ”gakk og renn” stuðulstiltaki leygardagin 18. februar 2023 kl. 13.00 í Sørvági.
Vit byrja við einum uppleggi frá Beinir Bergsson um Beran.
Teinarnir gingið og/ella runnið verður, er skipað í 3, 5 og 10 km. Runnið ella gingið verður frá kirkjuni í Sørvági og út eftir Bíggjarvegnum.
Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til Beran.
Møguligt er hjá fyritøkum og einstaklingum at stuðla tiltakinum á staðnum, við reiðum peningi ella at gjalda við kort.
Í sjónvarpsendingini sunnudagin 5. mars 2023 verður stuðulin, sum Frælsi hevur savnað, handaður.
Aftaná tiltakið bjóða vit kaffi, te, vatn og frukt.
Vónandi møta vit fjølment leygardagin 18. februar kl. 13.00 uttanfyri kirkjuhúsið í Sørvági, at stuðla Beranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald