2022-02-25 13:41

Gadus hevur í morgun sett kós heim úr Barentshavinum, teir hava 640 tons í flaki, teir hava roynt í norska partinum av Barentshavinum.
Gadus fór avstað fyrst í januar.
Í Barentshavinum eru Enniberg, Sjúrðarberg, Akraberg og Artic Viking, sum allir fiska tosk og hýsu.
Rætting: Vit skrivaðu í hesi greinini, at Gadus fór avstað fyrst í januar, tað er ikki rætt, teir fóru avstað 12. november í fjør, teir skiftu manning 16. desember í Norra, men landaðu ikki tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald