Skipið er í dag vestanfyri Írland, og ferðin heim hevur gingið væl.
Gadus stevnir inn á Klaksvíkina sunnudagin og kemur at liggja á vestursíðuni beint við Netastovuna.
Undir hátíðarhaldinum verða røður hildnar, Klaksvíkar Hornorksetur kemur at spæla, eins og aðrar tónleikaframførðslur verða.
Almenn móttøka eftir dópin
Eftir dópin eru øll vælkomin umborð á Gadus at síggja nýggjasta skipið í føroyska flotanum.
Skipið er serbygt til veiðu í Barentshavinum, soleiðis at øll veiðan kann takast við í land, eins og Gadus er gjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir.
JFK bjóðar Fish & Chips á bryggjuni við enskum kokkum
Beint eftir dópin letur Fish and Chips búðin hjá JFK upp, har møguleiki verður at fáa eina máltið við fyrstafloks fiski úr Bartenshavinum.
Aftur hesaferð eru tað kendu ensku kokkarnir, sum í fleiri ár hava verið á Sjómannadegnum, ið koma at standa fyri vælsmakkandi matgerðini.
Fish & Chips búðin stongir klokkan 18.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald