Mentan

G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Av og á varnast tú ein tónlistarligan spíra, ið brádliga gerst klárur at ljóma um allan heimin. Soleiðis er við Agat, skrivar G!, ið eru ovurfegin um at kunngera hetta spennandi navnið.

2024-03-13 07:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hetta er ein djørv listakvinna, sum veruliga hevur kant í sínum persónleika. 

Hugsa tær nakað so spennandi, sum at blanda hipp hopp, málm, undangongupopp, punk og rapp — tað er stílurin. 

Konsertirnar eru orkumiklar og fullar av lívi, tá ið hon saman við trummuleikara og elektronikki flippar út á pallinum. 

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir!

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) og Jógvan (FO) spæla á  G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Sí brot frá konsert við Agat her: https://youtu.be/5zV7_CmSkJg?si=Zqfh4SpkG-A_g9Y8 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder