
Fysiskar blokadur eru ólógligt stríðsstig. Tað hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt teimum fýra arbeiðarafeløgunum púra greitt í einum skrivi, sum er sent teimum í gjár.
Seinastu dagarnar eru fleiri dømi um, at tey fýra arbeiðarafeløgini í verkfalli, hava blokerað lógliga arbeiðið hjá fyritøkunum. Tað er eitt ólógligt stríðsstig sambært fleiri dómum í bæði hægstarætti og landsrætti. Um skipað verður fyri einari ólógligari fysiskari blokadu, sum geva teimum ávirkaðu fyritøkunum ein fíggjarligan miss, kunnu bæði feløgini, nevndarlimirnir í feløgunum og tey sum luttaka í ólógligu bokaduni, gerast endurgjaldsskyldug.
Vinnuhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald