Vinna

Fysioterapeutfelag Føroya: Nýggja nevndin

.

Nýggja nevndin. F.v. Ingibjørg Matras, Finngerð Jensen, Niklas Reginsson, Annika O. Sørensen, Hjørleif Niclasen, Augusta Mikkelsen, Katrin Jacobæus og Sólfríð Skoradal. Durita Rouch vantar á myndini. - Fysioterapeutfelag Føroya

Nýggja nevndin. F.v. Ingibjørg Matras, Finngerð Jensen, Niklas Reginsson, Annika O. Sørensen, Hjørleif Niclasen, Augusta Mikkelsen, Katrin Jacobæus og Sólfríð Skoradal. Durita Rouch vantar á myndini. - Fysioterapeutfelag Føroya

2025-02-24 13:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Leygardagin 22. februar hevði Fysioterapeutfelag Føroya aðalfund á Hotel Hafnia

Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali. Ingibjørg Matras og Niklas Reginsson vórðu afturvald í nevndina. Annika O. Sørensen og Durita Rouch eru nývaldar, og Sólfríð Skoradal og Katrin Jacobæus eru tiltakslimir.

Ingunn Hansen og Sólfríð Skoradal stóðu eisini fyri vali, men valdu at takka fyri seg á hesum sinni. Fysioterapeutfelag Føroya takkar Ingunn og Sólfríð fyri innsatsin øll tey árini tær hava verið ein partur av nevndini. Ingunn hevur sitið sum skrivari í felagnum tey síðstu 9 árini, og Sólfríð sat sum forkvinna eitt tíðarskeið.

Á komandi nevndarfundi fer nevndin at skipa seg.

Nevndin í Fysioterapeutfelag Føroya sær soleiðis út: Augusta Mikkelsen, Hjørleif Niclasen, Finngerð Jensen, Ingibjørg Matras, Niklas Reginsson, Annika O. Sørensen og Durita Rouch. Harumframt eru Sólfríð Skoradal og Katrin Jacobæus tiltakslimir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder