Vinna

Fyrstu kWt frá Dragon 12 drekanum komnir inn á netið

Nýggjasti og størsti drekin hjá Minesto, sum hevur fingið navnið Luna, varð settur út í sundið fyri nøkrum døgum síðani, og Minesto boðar frá, at fyrstu kWt eru framleiddir inn á netið hjá Sev.

2024-02-10 18:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Niðanfyri er videoklipp frá Minesto, sum vísir 28 tons tunga drekan verða heysaðan av kai kantinum í Vestmanna, sleipaðan út í sundið av sergjørda bátinum, og eisini eru myndir, sum vísa eitt sindur av mekanikkinum inni í drekanum.

Sí video her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder