Vinna

Fyrsta Vágastevnan

Tað verður borið fram í Vestanstevnublaðnum, av borgarstjóranum í Sørvági, at Vágastevnan fyrstu ferð var hildin í 1945, tað er ikki rætt og tí hesa rættleiðing.

Mynd: Jesar Hansen.

Mynd: Jesar Hansen.

2022-07-16 09:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Leysliga endurgivið: 24. juni 1899 verður stevna hildin í Vágum. Hendan fyrsta “Vágastevnan” er tann fyrsta ítróttarstevnan í Føroyum. Tað er felagið Sólarmagn, ið skipar fyri ymiskum kappleikum í Miðvági.

Stevnuskrá:

  1. Kappróður
  2. Langlop
  3. Kapprenning
  4. Seta fót á teig
  5. Kappblaking

Fyrireikarar til stevnuna eru: Zakarias Nielsen, sýslumaður, Sandavági, Jógvan Heinesen, keypmaður, Miðvági og Hans Kristoffur Joensen, bóndi og urtagarðsmaður, Miðvági.

Fyrst var tað Kapprenning á Miðvágssandi í longdunum 1500 alin, 800 alin, 750 alin.

Síðan var Langlop og longsta lopi hevði ein skopuningur við 7 alin og 22 ½ tumma á sløttum.

Teigalopið: Eingin kláraði seks-alna-lopið, so eitt fimm-alna-lop bleiv avteigað og tað kláraðu tríggir.

Kappblaking: Longsta steinkasti var 51 alin, tað kláraðu tveir skopuningar.

*1 alin er 62,75 cm

Luttakandi bátar í kappróðrinum vóru Loftabáturin eitt gamalt tíggjumannafar úr Sandavági, mannað við miðvingum og sandavágsmonnum og eitt tíggjumannafar úr Koltri, mannað við skopuningum. Málið var okkurt um 1 fjórðing (1852 metrar), bátarnir rógva inn eftir vánni í andróði ímóti einum fittligum guli. Koltursbáturin vann við 10 minuttum og 30 sekundum.

Eitt seksmannafar hevði eisini melda seg til kappróðurin, men tá tað var einsamalt, var róðurin av ongum.

Aftaná kappróðurin var fólkafundur, har røðarar eru: Zakarias Nielsen, sum røðar um føroyska vinnulívið, Cl. Johannesen, J. Dalsgård sum røðar fyri tí ungu fólkarørsluni og Sverri Patursson røðar um felagsskap og samvirki millum allar føroyingar.

Hendan ítróttarstevnan, sum áður nevnt er tann fyrsta í landinum, verður hildin á jóansøku 24. juni 1899. Lagt verður afturat, at tá jóansøkudagur er vanligur arbeiðsdagur kring landi, var ikki nógv fólk á hesi fyrstu stevnuni.

Stutt endurgeving úr blaðnum Fuglaframi

Myndin: Kappróður á Miðvági síðst í 1940unum ella fyrst í 1950unum, tikin av Jesari Hansen í Heygnum, Sandavági

Jan Erik Simonsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder