2022-11-11 15:12
Sverri og kona hansara Mona búgva í Havn, men sum skilst, so er ætlanin at flyta vestur aftur í Vágar.
Tað eru eini hús frá Brigada Hús heimasíða: www.brigadahus.fo, sum tey byggja - tað eru fyrstu húsini sum verða bygd á Vatnsoyrum síðan allarfyrst í 1980-inum.
Í nógv ár hevur verið eftirspurningur eftir sethúsaøkið á Vatnsoyrum, fyri tíð síðan legði Vága kommuna av eitt økið, har pláss er fyri trimum húsum, sum vit skilja, so verða trý hús skjótt bygd har.
Í dag eru 16 sethús í bygdini Vatnsoyrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald