Vinna

Fyrispurningum um ríkisveiting og føroyska búskapin

Bjørt Samuelsen tingkvinna spyr Una Rasmussen landsstýrismann um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni.

2022-08-16 14:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini


 

 

Spyrjari:  Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður

 

Svarari:  Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

Evni:  Um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni

 

 

Spurningar:  

 

  1. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum?
  2. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum var ríkisveitingin í 2001?
  3. Hvørjar hava inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið hesi árini við og eftir 2001, og hvussu stórur partur av inntøkunum hevur ríkisveitingin verið?
  4. Hvørjar hava almennu útreiðslurnar verið hesi somu ár, og hvussu stórur partur av útreiðslunum hevur ríkisveitingin verið?
  5. Hvør er føroyska bruttutjóðarúrtøkan í løtuni í mun til ta donsku og onnur grannalond, og hvussu stórur partur av føroyska BTÚ er ríkisveitingin?


Viðmerkingar:

Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at klára seg sjálv fíggjarliga. Seinastu árini er bruttotjóðarúrtøkan vaksin, eins og kommunurnar hava átikið sær stórar sosialar útreiðslur, sum fyrr lógu á landskassanum. Flestu flokkarnir á tingi siga seg vilja arbeiða fyri fíggjarligum sjálvbjargni. Skal metast um, hvat ið krevst fyri at niðurlaga restina av rískisveitingini og gerast fíggjarliga óheft at øðrum landi, so er neyðugt at taka kommunubúskapin við í roknistykkið.


Frá 1. januar 2002 varð ríkisveitingin skorin við einum góðum triðingi. Tá táttaði ríkisveitingin í eina milliard krónur. Tí verður spurt um ríkisveitingina sum part av almenna búskapinum árið fyri og árini eftir blokkniðurskurðin.


Ríkisveitingin ella blokkurin er áhaldandi ein sentralur lutur í kjakinum um møguleikarnar fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin og eitt sjálvstøðugt land. Ítøkilig og dagførd fakta um búskaparviðurskifti eru neyðug, skal kjakið vera sakligt og ítøkiligt. 




Á Løgtingi, 15. august 2022

 

Bjørt Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder