
Grunnurin er nú stovnaður, og nevndin við Heðin Mortensen sum formanni, Guðrið Højgaard sum næstforkvinnu, og Berguri Poulsen, Elin H. Joensen og Anniku Olsen sum nevndarlimum, er farin í gongd við fyrireikingarnar til at byggja høllina.
Nevndin hevur eisini valt eina bygginevnd, sum saman við nevndini skal standa fyri byggingini av stórhøllini. Í bygginevndina eru valdir Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Tróndur Sigurðsson.
Skrivari hjá nevndini er Jógvan Emil Nielsen.
Projekteringin er byrjað, og eftir ætlan verður spakin settur í longu í ár. Nevndin fer regluliga at kunna um gongdina í hesi stóru verkætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald