2023-11-20 13:43
Tað kom kanska ikki óvæntað, at Russland 24. februar í fjør byrjaði kríggj í Ukraina; eitt krígg, sum Putin kallaði eitt serligt hernaðarligt átak. Vit kunnu tó siga, at hetta kríggið longu byrjaði í 2014, tá ið Russland hertók Krim.
Russland helt seg vera noytt at loypa á, tí Ukraina - stuðlað av vestanlondunum - var blivið ein beinleiðis hóttan móti Russlandi og framtíð tess sum stórveldi. Eisini varð ført fram, at russarar, búsettir í Ukraina og russaravinarlig fólk har í landinum vórðu jagstrað og dripin.
Og um hetta ikki var nóg mikið, so vildi Putin vera við, at hann við søguligum argumentum kundi staðfesta, at í veruleikanum var Ukraina ikki nakað rættiligt land, men heldur ein nátúrligur partur av Russlandi.
Í fyrilestrinum hóskvøldið fer Erhard Jacobsen at gjøgnumganga eina røð av talum, sum Putin hevur hildið seinastu skjótt 20 árini, og sum allar greitt benda á, at Ukraina skjótt kundi verða fyri álopi.
Tað er ikki bara NATO-víðkanin eystureftir, sum kann hava ført til kríggið, tí fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi her.
Eitt er mátin Putin stýrir Russlandi, sum av røttum má sigast at vera eitt harðrent einaveldi, annað er, at Ukraina, eftir at hava fingið sjálvstýri í 1991, greitt ímóti vilja Putins valdi sameining við vestanlondini framum Russland.
Í fyrilestrinum verður víst á leiklutin, sum søga og søgufalsan hevur í strembanini at rættvísgera russiska álopið. Eisini verður komið inn á, hvønn týdning tað hevði, at fleiri vestanfyri misskiltu og í fávitsku ikki fataðu, hvat kundi henda, tá ið Sovjetsamveldið datt sundur 2. jóladag 1991.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald