
Vit uppliva stórar broytingar í skiftinum til eitt meira talgilt samfelag, atlitið til burðardygd fær størri og størri rúmd og politisk liva vit í eini óstøðugari verð. Á ársins Vinnudegi fer Ole Jacob Sunde at røða um týdningin hjá fyritøkum at flyta seg við tíðini, og tann stóra leiklut og ta ábyrgd fyritøkur hava í eini verð, sum broytist støðugt.
Ole Jacob Sunde hevur gjøgnum alla yrkisleið sína verið íverkseti. Hann er høvuðspartaeigari og nevndarlimur í Formue AS, sum er eitt leiðandi skandinaviskt virki, ið fæst við ognarrøkt. Ole Jacob Sunde stovnaði Formue AS í 2000.
Ole Jacob Sunde hevur verið knýttur at Schibsted Media Group ASA tey seinastu 30 árini. Hann er í dag formaður í Tinius Trust, sum er høvuðseigari av Schibsted og Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald