Fyrstu árini av lestrartíðini í Árhus var Demas ein av góðu vinum okkara. Ein glaður og fryntligur unglingi, sum ov ungur fór frá okkum í syrgiligari vanlukku heima í Nuuk. Tá hevði hann í nøkur ár verið tætt knýttur at kendastu politikarunum í heimlandinum, hann fekk álit teirra- og gekk teimum til handa.
Av Demasi birtist áhugin og kærleikin til fólkið í heimsins størstu oyggj, sum eg fleiri ferðir havi havt forrætt at vitja.
Fleiri, men serliga ein av hesum vitjanum, hava sett síni spor. Ein góðveðursdag høvdu konan og eg valt at fara ein túr við skjóttsiglandi báti inn í ein av firðunum. Málið var at vitja eina bygd, haðani fólkið varð tvingsilsflutt fyri árum síðani. Ein hugtakandi bygd mitt í einum stórslignum firði við hópum av vøkrum varðveittum húsum í alskins litum. Ein ógloymandi sjón, men tó ein syrgilig søga um eina vanrøkta tjóð.
Tøgnin var talandi, sum vit gingu millum húsini og sum frægast royndu at spyrja okkum fram til orsøkir til avoyðingina. Vit fingu frágreiðing og svar uppá spurningar okkara, frágreiðingar, sum tó meira mintu um verjurøður enn góvu okkum grundgevingar.
Umsorganarsvik.
Uttan at avdúka fundarfrágreiðing loyvi eg mær at nevna persónligu niðurstøðu mína eftir fund í Uttanlandsnevndini í gjár. Meting mín er hin einfalda, at gott er, at onkur, tó at orðalagið til tíðir kundi verða hóskiligari, setur orð á illa røkta landið í norði. So illa er tjóðin røkt, at var talan um eina familju, so vildu børnini, og í hesum førði í hvussu so er Grønland, eftir mínari meting fyri rúmari tíð síðani verði tikin frá foreldrunum vegna umsorganarsvík. Tí eitt er dagligi dagur og trivnaður landsins, annað er trygd tess, mett út frá einum Geopolitiskum sjónarhorni. Ella vit kundu sagt ”manglandi trygdin”, tey liva undir.
Stødd í heimsins ríkastu og tryggastu økjum eru londini, við egnum orðum dana, totalt verjuleys, um so skuldi verði at grimu valdsharrar heimsins, sum í hesum døgum gera um seg og oyða í eystri og vestri, skuldu ynskt sær hesar oyggjar- heimsins størstu og okkara.
Gott at amerikumenn minna okkum og grønlendingar á hetta, tó at vit so væl vita tað. Hetta fingu vit longu at vita fyri nú fleiri árum síðani, tá teir bóðu um loyvi at byggja radara á Sornfelli. Tað segðist verða lívsneyðugt, loyvið varð givið, men síðani hevur verið ”lemjandi” tøgn.
Stokholmsyndromið.
Bert spell at Stokholmsyndromið, hetta at verja tann, sum í hesum førði hevur misrøkt teg, hevur fingið sníkt seg inn og partvíst forðar lívsneyðugum loysnum, bæði her hjá okkum og hjá grønlendsku vinum okkara.
Tíðin er langt síðani komin at vakna, rista undirbrotligheitina av okkum og skipa virðilig og trygg viðurskifti fyri verandi ættarlið- og komandi!
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald