Vinna

Fýra skip eru í løtuni á leiðini har Kambur sakk

Klokkan 07:45 í morgun fekk alarmsentralurin boð frá Kambi, at skipið hevði fingið ein stóran sjógv, og vóru teir tá staddir 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi.

2024-02-06 11:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.

Tyrlan fekk tikið 13 av teimum 16 av manningini upp, og flutti teir til Froðbiar. Tyrlan fór so aftur til Kamb, og fekk bjargað einum afturat. Tveir mans eru tí saknaðir.

Á fishin.fo sæst, at Hamranes, Breiðanes, Sandshavið og Brimil eru á leiðini har Kambur sakk.

Brimil samskipar leitingina eftir teimum báðum ið eru saknaðir. Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder