Annað

Fýra fingu klipp og ein fekk treytaða frádøming í Vestmanna

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Vestmanna í gjár

2025-02-05 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í einari 30 km/t sonu í Vestmanna í gjár. Fýra fólk fingu klipp, tey koyrdu 46, 47, 47 og 50 km/t. Ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum tí viðkomandi koyrdi 59 km/t.

Seinnapartin í gjár var ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í Skopun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder