Ítróttur

Fýra broytingar á liðnum

Håkan Ericson hevur framt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Moldova, samanborið við 2-0 tapið fyri Póllandi fyrr í vikuni

Andrass Johansen fær kjansin frá byrjan í dystinum móti Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF

Andrass Johansen fær kjansin frá byrjan í dystinum móti Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF

2023-09-10 16:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Klokkan fimm seinnapartin trínur føroyska manslandsliðið aftur á vøllin, tá Moldova kemur á vitjan á Tórsvølli. Talan er um fjórða undankappingardystin móti moldovum seinastu trý árini, og føroyska úrtøkan hevur verið ein sigur og tveir javnleikir.

Samanborið við teir fyrstu ellivu, ið landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sendi á vøllin móti Póllandi farna hósdag, eru fýra broytingar á liðnum til dystin móti Moldova í dag.

Mattias Lamhauge verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum byrja Jóannes Bjartalíð, Brandur Olsen, Jákup Andreasen og Andrass Johansen, meðan fremstir vera Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum frá byrjan vera hesir: Bárður á Reynatrøð, Teitur Gestsson, Sonni Ragnar Nattestad, Sølvi Vatnhamar, Hørður Askham, René Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Pætur Petersen, Andrias Edmundsson, Hannes Agnarsson, Stefan Radosavljevic og Ári Mohr Jónsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder