Landsbanki Føroya:
Búskapurin er framvegis í framgongd. Lønargjaldingarnar og løntakaratalið er veksandi, arbeiðsloysið er søguliga lágt, og tað er framvegis avlop á handilsjavnanum. Sambært føroysku bankunum eru húsarhaldini munandi betri fyri í dag, enn tey vóru undir fíggjarkreppuni; tey eru millum annað ikki eins skuldsett, sum húsarhaldini vóru undir fíggjarkreppuni. Inflasjónin og stóru rentuhækkingarnar hava tó økt um livikostnaðirnar og tað hevur havt við sær, at eftirspurningurin hjá húsarhaldunum eftir drúgvum nýtsluvørum, eitt nú bilar ella húsbúnaður, er minkaður, meðan gerandisvørur eru farnar at fylla ein størri part av samlaðu nýtsluni. Økta rentustøðið sæst partvíst aftur á sethúsamarknaðinum, sum vísir tekin um, at príshækkingarnar, ið vit hava sæð tey seinastu mongu árini, eru viknaðar.
Fyribils hagtøl vísa, at føroysk húsarhald við eini skuld omanfyri 2 mió. kr., sum samstundis skylda meir enn 3 ferðir sína ársinntøku, eru økt frá 3,6% burturav øllum húsarhaldum í 2021 til 4,1% í 2022, men yvirskipað er skuldarlutfallið hjá føroysku húsarhaldunum framvegis lágt. Rentuhækkingar raka føroysku húsarhaldini beinanvegin, tí 88% av skuldini hjá teimum hevur broytiliga rentu. Føroysk húsarhald velja í størri mun, enn áður, føroysk bústaðarlán framum donsk realkredittlán, tá tey skulu fíggja keyp av bústaði. Fyri einum ári síðani (í juli 2022), var 34% av bústaðarskuldini hjá føroyingum til danskar realkreditstovnar, meðan tað í juli 2023 var 30%. Hetta hevur við sær, at ein størri partur av samlaðu skuldini hjá føroysku húsarhaldunum hevur eina broytiliga rentu, tí rentan á bústaðar- og nýtslulánum í føroyskum bankum er broytilig, meðan rentan á bústaðarlánum í donskum realkredittstovnum er føst í ávísum tíðarskeiðum á eitt nú 3, 5 ella 30 ár, alt eftir hvat einstaka húsarhaldið velur.
Vøksturin í innlánum hjá føroysku húsarhaldunum var í juli 2023 á sama støði sum við endan av 2021. Hetta kann vera orsakað av, at húsarhaldini hava vænt seg við nýggju umstøðurnar við einum hægri rentu- og prísstøði, og tískil meta, at tað er vorðið lættari at planleggja fram í tíð, enn tað hevur verið seinasta árið, tá ið stórar broytingar fóru fram í rentuni og prísunum.
Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum var 8,1% i juli 2023[1] samanborið við juli í fjør. Um útlán til føroyingar frá donskum peninga- og realkredittstovnum verða tald uppí, er samanlagdi útlánsvøksturin 4,3%, og tað kemur av, at eftirspurningurin hjá føroysku húsarhaldunum eftir fígging frá donskum realkredittstovnum er minkaður munandi síðani renturnar byrjaðu at hækka í 2022. Harumframt valdu summi húsarhald, tá ið kursurin á fastrentaðum realkredittlánum fall, at leggja realkredittlánið um til eitt bústaðarlán í einum føroyskum banka, ella til eitt realkredittlán við broytiligari rentu.
Útlánsvøksturin í føroysku bankunum í juli 2023 kemur serliga av øktum útlánum til kommunurnar, harnæst til húsarhaldini og síðani til privatar og almennar fyritøkur. Harumframt hava føroysku bankarnir lænt út til aðrar fíggjarligar fyritøkur í Føroyum. Kommunurnar hava millum annað fingið fígging til havnaútbygging og vegakervi, meðan bæði tær privatu og almennu fyritøkurnar millum annað hava fingið fígging til íbúðabygging.
Váðaráðið heldur vakið eyga við útlánsvøkstrinum hjá føroysku peningastovnunum, sum er øktur til 8,1% í juli 2023 samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Sæð í ljósinum av framgongdini, sum hevur verið í føroyska búskapinum seinastu mongu árini, er tað ikki óvanligt, at lánsveitingin er økt.
Føroya Váðaráð metir framvegis, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evnir
Systemiska Risikoråðið í Danmark hevur í tíðindaskrivi 21. mars 2023 boðað frá, at tað á seinni fundi fer at eftirmeta kapitalbuffarakrøvini fyri føroyskar peningastovnar. Systemiska Risikoråðið hevur lagt eina ætlan fyri greiningina og sum fyrireiking til samstarvið millum Føroya Váðaráð og Systemiska Risikoråðið um hesa greining, umrøddi Váðaráðið systemiska buffaran á fundinum.
Landsbanki Føroya hevur, sum ein liður í arbeiðinum hjá Váðaráðnum, gjørt eina sonevnda útlánskanning. Úrslitið av útlánskanningini vísir, at allir fýra føroysku peningastovnarnir í øðrum ársfjórðingi 2023 hava hert síni kredittkrøv mótvegis kundunum gjøgnum øktar útlánsrentur, men at teir hóast tað ikki merkja nakra broyting í eftirspurninginum frá kundunum. Sambært útlánskanningini vænta allir fýra peningastovnar, at teir fara at herða kredittkrøvini aftur í triðja ársfjórðingi 2023 gjøgnum hægri útlánsrentur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald