Búskaparligu lyklatølini vísa tekin á ein framhaldandi stinnan búskap, men Búskaparráðið væntar, at búskaparvøksturin verður lægri komandi tvey árini. Tað er avlop á handilsjavnanum, arbeiðsloysið er lágt og talið av løntakarum er veksandi. Inflasjónin er minkað, men hagtøl fyri kortnýtslu og smásølu vísa, at nýtslan er minkað eitt vet í 2022 og 2023 samanborið við 2021 orsakað av øktu prísunum. Nýtslan var tó størri enn vanligt í 2021 vegna afturlatingarnar orsakað av Covid-19, og nýtslan er møguliga bert komin aftur á eitt meira vanligt støði. Øktu renturnar minka, eins og inflasjónin, tøku inntøkuna hjá húsarhaldunum. Í januar 2024 var 89% av samlaðu skuldini hjá húsarhaldunum við broytiligari rentu, og føroysku húsarhaldini verða tískil rakt av rentuhækkingum beinanvegin. Hinvegin gjalda føroysku húsarhaldini niður á síni skuld, og tað er gott; í januar 2024 var 94% av skuldini hjá húsarhaldunum við avdráttum. Sethúsaeigarar, ið hava bústaðarlán í einum føroyskum banka, gjalda í miðal 5,1% í rentu fyri bústaðarlánið (januar 2024), og rentuútreiðslurnar eru øktar 87% síðani rentan byrjaði at hækka í juli 2022. Rentan er í miðal lægri hjá teimum, ið hava danskt realkredittlán. Hetta kemur av, at summi enn hava eitt fastrentað lán, og hjá teimum er rentan ikki hækkað. Húsarhaldini, ið hava danskt realkredittlán gjalda í miðal 3,3% í rentu (januar 2024).
Bústaðarbyrðan er økt uppaftur meira í 2023 samanborið við árið fyri orsakað av rentuhækkingunum. Bústaðarbyrðan er økt í øllum landinum, men er størst hjá sethúsaeigarum í Havnini[1]. Høgi prísvøksturin á sethúsamarknaðinum, ið vit hava sæð í mong ár á rað, er nú viknaður. Sethúsaprísirnir vóru óbroyttir í Tórshavn í 2023 samanborið við 2022, meðan prísirnir lækkaðu í størri bygdunum og í Suðuroy og Sandoy. Í smærru bygdunum vuksu prísirnar í 2023 samanborið við 2022, men einkultar sølur kunnu toga prísin annan vegin í smáu bygdunum vegna fáar sølur[2]. Í 2022 og 2023 var reali vøksturin á sethúsaprísunum í miðstaðarøkinum negativur, av tí at inflasjónin var størri enn vøksturin í sethúsaprísunum.
Útlánsvøksturin er stórur í føroysku bankunum. Útlánsvøksturin var 9,5% í januar 2024 (mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal), og stava serliga av øktum útlánum til kommunur og almenn feløg. Meginparturin av útlánunum hjá føroysku bankunum er tó til húsarhald og harnæst til privata vinnu, men av tí at lántøkan hjá almennu feløgunum, og serliga hjá kommununum, er økt lutfalsliga nógv, gevur tað ein høgan útlánsvøkstur. Útlán til tað almenna, herundir til kommunurnar, eru ikki heft við sama váða, sum útlán til privata geiran. Útlán til tað almenna hevur lága risikovekt og høgi útlánsvøksturin verður samlað sæð ikki mettir at vera tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Váðaráðið varnast tó, at spjaðingin av váða er lítil eftirsum kommunurnar einans læna í Føroyum og mest sum einans frá føroyskum bankum. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum til privata og almennu vinnuna undir einum, er tó ikki merkisverd stórur; hann var 5,4% í januar 2024. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er somuleiðis høgur til húsarhaldini; hann var 9,3% í januar 2024. Høgi útlánsvøksturin stavar tó ikki frá, at húsarhaldini hava økt munandi um sína skuld, men av at nógv hava skift frá donskum realkredittlánum til føroysk bankalán.
Útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans, var 5,8% í januar 2024, ið er lægri, enn tann hjá føroysku bankunum eina, og tað kemur av, at útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum til føroysku húsarhaldini var negativur í januar 2024. At húsarhaldini í løtuni velja føroyskar bankar framum danskir realkredittstovnar merkir, at ein partur av lántøkuni hjá húsarhaldunum nú liggur á javnanum hjá føroysku bankunum. Hetta er við til at minka innlánsyvirskotið í føroysku bankunum. Innlánsyvirskotið hevur seinasta árið verið minkandi, og var 545 mió. kr. í januar 2024 í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir.
Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men varnast ein høgan útlánsvøkstur til kommunurnar og at innlánsyvirskotið í bankunum er minkandi. Váðaráðið heldur vakið eyga við høga útlánsvøkstrinum, ið var 9,5% í januar 2024, umframt onnur viðurskifti, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evnir
Útlánskanning
Nýggjasta svarið hjá føroysku bankunum á útlánskanning Landsbankans er frá fjórða ársfjórðingi 2023. Um útlán til vinnuna, boða tríggir út av fýra bankum frá, at kredittkrøvini eru herd, men at hetta skyldast hægri rentum. Harafturat meta tveir út av fýra bankum, at búskaparliga støðan er versnað eitt vet, tó uttan at vænta, at kundarnir av hesi orsøk fara at fáa fíggjarligar trupulleikar. Um útlán til privatkundarnar siga bankarnir frá, at seinastu rentuhækkingarnar ikki hava elvt til, at kredittkrøvini eru herd uppaftur meira, ella at treytirnar fyri, nær kundarnir fáa lán, eru broyttar. Økta rentan hevur sjálvsagt negativ árin á fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldunum, men bankarnir síggja ikki fleiri trot og fáa ikki fleiri fyrispurningar, enn vanligt, um skáar. Bankarnir vænta, at rentan fer at lækka aftur, men ikki longu í fyrsta ársfjórðingi 2024.
Innlán, sum eru tryggjaði í innskjótaratrygdargrunninum
Tryggjaði innlán telja fyri umleið 38% av øllum innlánunum í føroysku bankunum. Hetta er eitt samlað tal fyri innlán hjá bæði privatkundum og vinnuligum kundum. Ein kelda frá Eurostat vísir, at Føroyar, samanborið við flestu hini londini í Evropa, liggur rættiliga høgt. Í nógvum evropeiskum londum, eru minni enn 30% av innlánunum í bankunum tryggjaði.
Rentumarginalurin er øktur
Síðani juli 2022 er rentan økt 10 ferðir, ið ger, at bæði innláns- og útlánsrenturnar hjá bankunum eru hækkaðar. Útlánsrenturnar eru tó hækkaðar meira, enn innlánsrenturnar, og miðal rentumarginalurin hjá føroysku bankunum var 4,5% í januar 2024; øktur frá 3,2% í juli 2022. Miðal rentumarginalurin er eitt sindur hægri fyri vinnuna (5,7%) og eitt sindur lægri fyri húsarhaldini (4,1%). At rentumarginalurin er øktur, betrar sjálvsagt um inntøkuna hjá bankunum.
Gjaldførið hjá bankunum
Allir teir føroysku bankarnir hava eitt gott gjaldføri. Sambært ‘eftirlitsdiamantinum’ hjá Fíggjareftirlitinum, eigur gjaldførið at liggja omanfyri 100%. Sambært roknskapunum hjá bankunum, var gjaldførið hjá øllum føroysku bankunum omanfyri 200% við ársenda 2023.
Mishildin lán
Í føroysku bankunum hevur talið av mishildnum lánum verið lækkandi yvir tíð, og tað er positivt.
[1] Betri Banki. [2] Føroya Banki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald