2025-03-11 07:21

Klokkan 16 seinnapartin í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein fullfermdur útróðrarbátur hevði fingið motortrupuleikar.
Báturin var tá staddur í Vágahavinum áveg inn at landa. Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Sverra, sum sleipaði bátin til Miðvágs.
Sverri var á Miðvági við bátinum klokkan 18.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald