- Eftir henda dómin hevði eg hugsað meg um meira enn eina ferð, áðrenn eg sum skipari brúkti heimildirnar, ið eg annars havi sambært sjómanslógini. Rætturin hevur talað, og hann sigur jú, at tað er ikki revsivert at kapra eitt skip í Føroyum.
Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, um frídømingina av fimm nólsoyingum, sum í september 2019 gingu á odda í einum mótmælistiltaki í Nólsoy, har strandfaraskipið Ternan varð hildin aftur.
Formaðurin skilir væl, at eitt nú nólsoyingar kunnu verða ørkymlaðir, tá óvissa stingur seg upp um ferðasambandið, men undrast yvir, at hetta eftir øllum at døma eisini loyvir teimum at skúgva lóg og rætt til viks.
Teir fimm menninir vóru ákærdir fyri trý ymisk brot á revsilógina, men frídømingin fær avleiðingar fyri, hvussu skiparar fram eftir fara at meta um sínar heimildir eftir sjómanslógini (Løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki), heldur Annfinnur Garðalíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald