FSF: Virgar Hvidbro, sum síðan 2009 hevur verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, hevur boðað starvsnevndini frá, at hann nú ynskir at gevast í starvinum.
– Fótbóltssamband Føroya hevur verið í støðugari menning undir leiðslu av Virgari Hvidbro, har hansara íkast til føroyskan fótbólt kemur at hava varandi virkna. Tað kennist tí sorgblítt at biðja einum trúgvum felaga farvæl, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.
Framgongdin av føroyskum fótbólti fyri árini 2021 til 2026 er staðfest í menningarætlanini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Komandi aðalskrivarin fyri FSF fær tí til uppgávu at bera hesa ætlan á mál.
– Í menningarætlan okkara siga vit, at Føroyar skulu gerast heimsmeistarar í luttøku. Eg fegnist um, at tað í dag eru fleiri børn og ung enn nakrantíð áður, sum spæla fótbólt í Føroyum. Útlitini hjá FSF og føroyskum fótbólti eru tí sera góð, og vit fara tí nú undir at byggja víðari á støðuga grundarlagið, sum Virgar Hvidbro hevur tryggjað, sigur FSF-forsetin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Tilgongdin at seta nýggjan aðalskrivara byrjar beinanvegin. Starvið verður lýst leyst og miðar starvsnevndin ímóti, at nýggjur aðalskrivari verður settur í starv tíðliga næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald