Vinna

Frystitrolarin hjá Varðanum skal eita Dunga Jákup

Byggingin av frystitrolaranum, sum Mest byggir fyri Varðan, gongur eftir ætlan.

2025-10-06 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skipið verður góðar 44 metrar langt og slakar 12 metrar breitt. Skrokkurin verður bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í  Póllandi. Nú eru allar stáleindirnar komnar saman og formurin á skrokkinum sæst.

Skokkurin verður eftir ætlan sleipaður til Føroya í desember mánaði. Á Skála verður skipið útgjørt. Væntandi verður skipið liðugt bygt á sumri 2026.

Skipið verður uppkallað eftir Jákup Jacobsen, sála, og kemur at eita Dunga Jákup


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder